Hesi heftini hjá lítla hava fingið meg at hugsa um hvussu stóran týdning, teknirøðir í grundini hava havt fyri meg. Tær vóru undirhald fyrst og fremst, men tær lærdu meg nógv og nøktaðu onkran serligan tørv hjá mær myndaliga og tekstliga og eg haldi eisini, at tær hava gjørt mær mun fagurfrøðiliga. Tær kunnu t.d. vera ein orsøk til, at Tóroddur Poulsen og David Shrigley teljast millum míni yndislistafólk. Grundleggjandi er tað, at eg lærdi at lesa saman við Anders And og teimum í Andeby og Gåserød. Á Býarbókasavninum lænti eg bunkar av søgum um Prins Valiant,og ta undurføgru Aletu, sum eg las og las inntil allar tær romantisku myndirnar vóru prentaðar inn á nethinnuna. Tintin- og Asterixsøgurnar skræddi eg í meg, Lucky Luke, Sølvpil, Tarzan og tá eg bleiv eitt sindur eldri, fór eg at samla teknirøðir, eg helt m.a. MAD og dyrkaði amerikanskar undirgrundrøðir, m.a. Fat Freddys Cat og Fabulous Furry Freak Brothers, Fritz the Cat osfr..
Labyrintiski Gamli bókhandil hevði nógvar góðar loynikrókar tá, har tú kundu standa og droyma og ynskja. Har vóru nógvar teknirøðir, eisini onkrar alternativar- underground og tað var altíð ein góð kensla at standa einsamøll har sum Kunningarstovan er nú og hyggja at hesum fantastisku bókum og velja sær eina burturúr til keyps og so heim í kamarið at lesa.
Í 1994 sá eg dokumentarfilmin Crumb í Grand. Terry Zwigoff gjørdi henda filmin um Robert Crumb teknaran, sum m.a. gjørdi Fritz the Cat og Weirdo. Filmurin fekk eina ørgrynnu av heiðurslønum og er tann fyrsti dokumentarfilmurin, sum eg havi sæð, sum varð sitandi rimmarfastur í høvdinum, so hugtikin og skelkað var eg av klaustrofobisku lýsingini av traumatiseraðu familjuni hjá teknaranum. Teknistílurin hjá Robert Crumb er ógvuliga serstakur, ein kritikari helt í 60´unum, at tað sá út sum um, at teknarin var øgiliga gamal samstundis sum tankarnir tóktust barnsliga ungir. Crumb hevur sjálvur sagt, at nýtslan av LSD ávirkaði hansara stíl nógv í 60´unum. Tey, ið finnast at Robert Crumb halda, at hansara kvinnulýsingar eru vanvirðandi, og at lýsingarna av afroamerikanarum eru rasistiskar. Crumb sigur sjálvur, at hansara evni er "white male attitudes", altso mátin summir hvítir menn fata eitt nú kvinnur og minnilutabólkar. Í 2009 var ein stór framsýning við tekningunum hjá Robert Crumb í Institute of Contemporary Art í Philadelphia.
(KP)