Hevur tú nakrantíð givið tær far
um hendurnar í lív tínum
–
Tað eru nógvar, fleiri
enn tú heldur
hendur í handskum og
vøttum
hendur við amboðum ella
vápnum
tómar hendur
hendur ið lokkaðu fyrstu
ljóðini úr tær
skýlandi hendur
hendur ið baka breyðið smíða
jarnið
á syngjandi stabbum við
smiðjueldin
ala fram úr kørgu jørðini
fjaldar dýrgripir
draga glógvandi fisk upp
úr sjónum
gera mat til mann og børn
hendur ið halda um róðrið
hakan hamaran
hendur ið trilva seg
ígjøgnum fjøllini
spæla undirvatnstónleik á
botninum
millum rock all og
amerika
hendur ið bora byggja og
spreingja
hendur ið evna nútíðina
til
grovar hendur knýttir
nevar
hendur við skeinum og
arrum
og so hendurnar –
tær fínu hendurnar
ið skúma fløtan.
Alexandur Kristiansen