Wednesday, September 18, 2013

Sálarnemandi Story Music


-"Hopeful" er fyrsta orðið, sum kemur fyri í nýggju tónleikaútgávuni hjá Teitur, og tað er júst tann kenslan, tú sum lurtari situr eftir við, tá tú hevur hoyrt útgávuna. Tí heilt frá teirri lyrisku byrjanini og allan vegin gjøgnum aldututl, yndisligan barnasang og heiðafuglaljóð, talar henda útgávan til tað góða í áhoyraranum, so at tú rætt og slætt kennir teg vónríka, tá tú hevur hoyrt hana, og eg meini altso grundleggjandi vónríka í mun til tilveruna, mannaættina, listina, ta føroysku bygdasligheitina og alt hetta hendir væl at merkja uttan at tú ert við at spreingjast av stórbærum hátíðarkenslum. Story Music er fyrst og fremst ektað og eyðmjúkt tónleikaverk, sum er borið fram av musikaliteti og eini listarligari trongd til at siga søgur. Tað er ikki hissini, men eftir at hava lurtað eftir teimum tíggju sangunum á Story Music nakrar ferðir má eg staðfesta, at eg ikki minnist meg hava hoyrt eina tónleikaútgávu sum í so stóran mun sum hendan talar til mín egna føroyska samleika. Og tað er óansæð um sungið verður um stórbýargøtuseljaran Antonio og hansara fartelefonir, ella um tað snýr seg um ein túr út á fjørðin, hetta er alt sum tað er ein fjálg og bygdaslig verð, men óklaustrofobisk við altjóða útsýni. Onkur fer møguliga at halda ljóðkollasjurnar vera nóg so sentimentalar, økoflipputar ella strævnar at lurta eftir, men hjá einum síðhærdum føroyskum kórentusiasti, er eisini tann parturin av søgunum hjá Teiti akkurát fyri. Story Music er av sonnum Velbastað World Music av allarbesta slag. Útgávan er sálarnemandi, tí hon er merkt av einari serligari nærveru, sum minnir meg á hvat tað er, eg sjálv eri góð við av mínari føroysku bakgrund. Tónleikurin minnir í støðum um góðar løtur við felagssangi, tá vit sungu Beatles ella Simon & Garfunkel, onkur sangur minnir nokk so nógv um okkurt hjá Paul Simon, men kanska er tað mest huglagið og so ljósa røddin sjálvandi, sum minnir um. Story Music er sera original og væl teimað í mun til post-fíggjarkreppulig heimsrák, har alsamt fleiri eru farin at virðismeta einfalda lívið uttan materialismunnar ok, at vera góð við umhvørvið, at geva sær tíð til hvønn annan og at vera til. Sangurin "If you wait" er somuleiðis vónríkur og stillur, og verður spakuliga laðaður upp orð fyri orð, tóna fyri tóna: "If you wait a little longer than you normally would, the most amazing thing may appear". Og tað er júst hetta, sum serstaka universið hjá Teiti snýr seg um; um at bíða eitt bil og at drála og finna tað stórsligna í uppihaldum, seinkingum og at steðga á í gerandisdegnum og vera til staðar.  Story Music er heilt ómetaliga fjølbroytt, einføld men við eini ørgrynnu av detaljum, og fullfíggjaði luttakarlistin er langur. Tarira syngur við á fløguni, og hevur fleiri ferð havt áhugavert samstarv við Teit, sum eg havi upplivað, men eg var ikki við á hesum sinni. Samanumtikið sameinir henda sætta útgávan hjá Teiti fleiri síður av honum, bæði tann serstaka, dygdargóða singer songwriter sangskrivaran við melodiøsum sterkum og stillum sangum og tann ekvilibristiska sangaran í føgrum og flott útsettum balladum, umframt samtíðarlistamannin við áhuga fyri monotonum, minimalum og konseptuellum verkum. Allir teir nógvu træðrirnir eru flættaðir saman í hesum ambitiøsa verkinum, stýrdir við tryggu hondini hjá einum listamanni, sum eisini hevur pláss og yvirskot til at siga søguna um sín egna kærleika til ta stillu tilveruna og heimlandið. "Rock and Roll band" er  sangurin um The Rolling Stones, sum nøkur munu kenna og sum enn fleiri ivaleyst fara at kenna, tí hann er eitt upplagt hitt. "Indie Girl" er ein ironisk søga um eina damu, sum heldur seg liva betri og rættari enn hini og sum eitt nú roynir at læra sínar mainstream grannar at liva djúpari og sannari, stuttlig og løgin pastisja við countrysitatum, ein herlig regla ljóðar: "instead of Jon Bon Jovi, she gave them David Bowie". Næstsíðsti sangurin "Gone fishing" akkumulerar banalitetir til tað ikki er banalt meira. Hetta er ein typiskur Teitursangur, sorgblíður og sterkur við einum pinkalítlum tema, ið brádliga vaksur og fær stóra, tilveruliga dýpd.  Stórorkestreraða lagið "It´s not funny anymore", sum Van Dyke Parks hevur útsett, er nakað heilt annað aftur, stórfingið, lekkurt og sveimandi. Bæði tónleikaliga og tøkniliga er útgávan sannførandi. Men sjálvt um virtuosar sum t.d. heimskenda Michala Petri og mong onnur sera dugnalig fólk spæla á fløguni, hevur tað í fleiri førum eftir øllum at døma verið av størri týdningi fyri Teit at fáa útgávuna fjálga og hugnaliga við livandi, menniskjansligum luttakarum, sum synga, dansa, klappa og spæla uppá øll møgulig ljóðføri og tøkk fái tey fyri tað. Tað er serliga stuttligt, at Story Music er framleitt í Føroyum og ynskja vit Studio Bloch og øllum føroyingum til lukku við tí.



Story Music 

Written, arranged and produced by Teitur Lassen for Arlo & Betty Recordings.
"It's Not Funny Anymore" Arranged for orchestra by Van Dyke Parks.
"Hopeful" harp arranged by Nico Muhly.
All songs written by Teitur Lassen and published by Arlo and Betty Music
(KODA/ASCAP) except "It's Not Funny Anymore" by Teitur Lassen and Pam
Sheyne and published by Arlo and Betty Music (KODA/ASCAP) /Shampeyne
Songs Ltd (PRS/BMI) and "If You Wait" by Teitur Lassen and Nico Muhly
published by Arlo and Betty Music (KODA/ASCAP)/ St. Rose Music
Publishing Co., Inc. & Music Sales Corp (ASCAP)
Recorded in Studio Bloch, Tórshavn, Faroe Islands by Jónas Bloch Danielsen,
assisted by Theodor Kapnas and sometimes Benjamin Petersen. "It's Not Funny
Anymore" Recorded in Muziekgebouw Eindhoven by Reyn Ouwehand. Field
recordings for "Walking Up A Hill" from Klæmintsgjógv, Hestur, Faroe Islands by
Mads Vegas and Skipper Birgir Enni. Michala Petri recorders for "Antonio And His
Mobile Phones" recorded by Mikkel Nymand at TimbreMusic, Copenhagen.
"It's Not Funny Anymore" conducted by Nico Muhly.
"If You Wait" and "Monday" conducted by Sunleif Rasmussen.
Mixed by George Tanderø in Livingroom Studios, Oslo and in Studio Bloch, Tórshavn.
"It's Not Funny Anymore" mixed in The Church, Netherlands by Reyn Ouwehand.
"Walking Up A Hill" mixed by Jónas Bloch Danielsen in Studio Bloch, Faroe Islands.
Mastered by Andy Jackson, Tube Mastering, London
Cover photo by Sophie Haber
Album artwork by Bob McKie, Tomcat Design
Management/Label A&R: Christian Ulf-Hansen, Plan C Management/Arlo and
Betty Recordings

www.teitur.com




thank you:

Sunleif Rasmussen, Michala Petri, Mikkel Nymand, Theodor Kapnas, Benjamin
Petersen, Tarira, Sofie Larsen, Ingilín Strøm, Føroya Symfoniorkestur, Poul Jákup
Thomsen, Berharður Wilkinson, Kringvarp Føroya, Norðurlandahúsi, Joanna
Johansen, Kári Bæk, Jens L. Thomsen, Derek Murphy, Jákup Zachariassen, Finnur
Hansen, Frank Veenstra, Judith Steenbrink, James Julie Andrewes, Mandy Haynes,
Andy Jackson, Bent Sørensen, Malte Erbs, PDH, Four Artists, Fleming Artists, V2,
Playground, Story Music film crew at Makropol: Kristian Sønderby, Mads Vegas,
Signe Bencke, Thomas Jessen, Jónfríð Eliasen, Mads Damsbo, Lisa Alma, Bárður
Næs, Sunneva og Sirkus, Birgir Enni and Norðlýsi. Special thanks: to all the wonderful musicians on the Faroe Islands between the age of 8-83 who played and showed up on these recording sessions. All my friends in Holland Baroque Society and Eindhoven Muziekgebouw who went out of their way to make our recording happen. Nico Muhly, you are a brilliant inspiration and a great soul, thank you for everything through the years. Christian Ulf-Hansen, my strongest horse, thanks for always staying in my corner. Jónas Bloch for building a world class studio in the smallest country in the world. Reyn for your attitude, spirit and great sound. Van Dyke Parks for your involvement, I am honoured and I will learn lots from you. Bob McKie and all at Tomcat Design, thank you again. George, thanks for coming out of your Norwegian comfort zone. Thanks to all my
collaborators and teachers throughout time. And you, reading this, it would not be
even remotely possibly if it wasn't for you. I am grateful for my fans and supporters
for letting me continue to write and perform my music.



(KP)