Viðvíkjandi sjónvarpskjakinum týskvöldið 3. September. Onkur samanber kjakið við ta hendingina í donskum sjónvarpi fyrr í ár, tá ið ein navnframur danskur fjölmiðlamaður í hægstu senditíð tók sær fyri at fletta húðina av einum serskölti ytst á danska högra veinginum, ið fólk hövdu misjavnar meiningar um. Men ber henda sammetingin? Nei, tað ger hon ikki. Í donsku sendingini galt sum sagt um ein serskölt, sum gaman í hevur dagast meir einn einaferð í almenna ljósmálanum, men ikki ábyrgist annað enn sína persónligu áskoðan, ið hvussu ser og víðgongd hon er. Í kjakinum týskvöldið var tað lögmaður, sum stóð fyri skotum, men lögmaður er nettupp lögmaður, evsti ábyrgdarhavi fyri eina politiska skipan, ið umsitir einar fimm milliardir vegna borgaran. Lögmaður ábyrgist tískil meir enn bara síni persónligu sjónarmið. Sum lögmaður hevur lögmaður (av fríum vilja og fyri góða lön) átikið sær skyldur, ið samfelagið má kunna krevja hann til svars fyri, um samfelagið yvirhövur hevur hilling á hvat ábyrgd er.
Nú kann tað saktans vera at mangur önskraðist við at síggja lögmann darta sum ein hövuðleysan hana á skíggjanum, óembætisliga flagsandi við veingjunum og öllum skili sputtandi upp úr hálsinum. Og helst hevur mangur eisini forsyndast inn á ta ljóshærdu sjónvarpskvinnuna og kallað hana ein kolsvartan mink, sum okkurt betur mátti vita sær enn at bíta hövdið av haltum og skikkiligum hanum. Men álvaratos. Ein lögmaður, sum ikki er so at sær komin, at hann skammleyst kann standa til svars fyri, hvussu hann fyrisitur teir pengar, sum borgarin lítur honum í hendur gjögnum skatt og avgjöld, ein lögmaður, ið má umberast fyri avgerðir sínar og ongantíð skal ábyrgjast fyri nakað sum helst, er hann verdur at hava? Og eitt sjónvarpsfólk, ikki um at tala ein tíðindaleiðara, sum ikki hevur framtak í sær at spyrja viðkomandi og naskt, tá ið tað krevst, er slíkt sjónvarpsfólk til stórt meiri nyttu enn ein skurðlækni, sum ikki tolir at síggja blóð?
Og eitt afturat. Um fólk vóru illa við av at síggja yvirvaldið so skaft týskvöldið, mundi tað so ikkki vera tí, at hetta var sum at síggja seg sjálvan í hamferð?
Spyrst so livst
Carl Johan Jensen