Wednesday, September 18, 2013

Emmutíð hjá summum


Boð eru send út um, at Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs verða handaðar í morgin hósdagin 19.september 2013 kl. 17 á almennari samkomu í Müllers Pakkhúsi í Havn. Myndin er tikin av okkum báðum listabloggaritstjórunum (í Yndi Fitness?!) í somu løtu sum tá vit í útvarpinum hoyrdu um ársins mentanarvirðislønarhandan og í einum andarhaldi fataðu, at Listabloggurin enn einaferð er settur eftir í virðislønarhøpi, at okkum enn einaferð er sýndur tann óheiður ikki at vera millum tey útvaldu at fáa Emmuna. Sum tit síggja á myndini havi eg fingið myrkt og permanentað hár, men má sanna, at hvørki permanent, kongakrúna, gívravirksemi ella gandakynstur hava hjálpt stórt í mun til ta standhaftigu Emmunevndina.

Og ikki er lætt at gita hvør fær M.A.Jacobsens virðislønirnar. Tey eru jú mong, sum hava skrivað bøkur, hava ríkað okkum við bókum, leikum, framsýningum, filmum, tónleiki, filmum, tónleiki, byggilist, myndlist, dansi osfr. Og mentan er sum kunnugt eitt øgiliga breitt hugtak, tað sóu vit, tá dugnaligi og ídni Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy fekk virðislønina fyri mentanaravrik í fjør. Tríggjar virðislønir verða latnar í navni M.A. Jacobsens, ein fyri fagurbókmentir, ein fyri yrkisbókmentir og ein fyri mentanaravrik. Tvær Barnamentanarheiðurslønir verða latnar. Limir í nevnd M.A. Jacobsens frá 2012 og fýra ár fram eru Maria H. Olsen, Erling Isholm og Jákup Jacobsen, vald av býráðnum, Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin. Tá Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs verða handaðar hósdagin 19. september, verða eisini framførslur av tónleiki og sangi. Øll eru vælkomin til hesa heiðursløtu í Müllers Pakkhúsi í Havn, sum verður send beinleiðis í útvarpinum.



(KP)