Í gjárkvøldið var nýggi filmurin hjá okkara filmsúrmælingi, Sakaris Stórá sýndur á tjóðpallinum, har skipað varð fyri einum heilum tiltaki. Vit hoyrdu Hanus G.Johansen spæla saman við Magnusi Johannesen og Mikael Blak, síðani sóu vit báðar filmarnar hjá Sakarisi Stórá, Summarnátt og Vetrarmorgun og at enda var panelprát. Sýningin var áhugaverd og varpaði ljós á hvar føroyskur filmur er staddur í løtuni, sjálvt sett uppið á Tjóðpallinum var hugnaligt, men eitt sindur ov stórsligið. Eg trúgvi ikki, at ungdómsstuttfilmar aðra staðni fáa so massivan áhuga, tá teir vera sýndir og eg veit ikki um stuttir ungdómsfilmar aðrastaðni høvdu klárað at staðið seg mótvegis so stórum mentanaráhuga sum í gjárkvøldið. Tað ger filmurin hjá Sakarisi Stórá á ein hátt, tí hann er so væl gjørdur. Hann er væl framleiddur, fotograferaður, scenograferaður, ljóð og ljós og alt tað er í sær sjálvum eitt bragd. Men eg má viðganga, at sjálv søgan segði mær ikki tað stóra. Eg haldi enn, at handverkið hjá Sakarisi Stórá letur upp fyri stórum tilveruligum frásagnum av tí slagnum, sum "Passasjeren" forloysir í nógv størri mun enn teir báðir ungdómsfilmarnir. Vetrarmorgun snýr seg um tvær vinkonur og teirra ójavna vinarlag, har tann eina hevur ræði á hinari í so stóran mun, at hon fær hana at vera saman við einum manni, sum hon eftir øllum at døma ikki hevur áhuga í, bara fyri at tekkjast vinkonuni og fyri at prógva at hon ikki er samkynd (hvat hon so eyðsýniliga allíkavæl er). Hon samtykkir at taka lut í tí, sum endar eins og ein avtalað neyðtøka. Eg veit ikki um tað er av tí, at sýningin var á tí dygdarkrevjandi tjóðpallinum ella tí eg ikki eri rætti (ungi) málbólkurin, ella tí tann krúlluti neyðtøkumaðurin var so elskuligur og eg ivist ikki í, at filmurin inniheldur nógvar fínar ábendingar, men eftir stendur, at sjálvt dramaið í søguni als ikki rakti meg. Søgan er ov tunn. Estetiska síðan av filminum er fantastisk, av sonnum eitt bragd, sum innihaldið ikki livir upp til. Og tá eg havi skrivað hesi orð, eri eg tilvitað um, at eg finnist at ungum fólkum í einari ungari spírandi filmsvinnu. Tað er ikki serliga fitt og mann eigur altíð at vera eyka fitt við nýggja næmingin í flokkinum. Men tað at tora at finnast at er í sjálvum eitt tekin um eina trúgv uppá, at nýggi næmingurin hevur sterk bein at standa á. Hetta er fjórði stuttfilmurin hjá Sakarisi Stórá. Eg gleði meg til tann fimta filmin frá leikstjóranum, sum eg framvegis síggi sum ein sjáldsaman úrmæling og listamann av heilt serligari karat.
Lítli forsalurin í tjóðpallinum var á tremur
Jenny Petersen, stjóri í Tjóðpalli Føroya bjóðar vælkomin
Hanus G.Johansen sang
Hanus, Mikael og Magnus høvdu eina fína framførslu
Sakaris Stórá greiddi frá
Leivur Thomsen, Armgarð G.Mortensen, Helena H.Jørgensen og Sakaris Stórá
Fólk lurta eftir panelpráti
Høvuðsleikararnir Armgarð G.Mortensen og Helena Heðinsdóttir Jørgensen við einari filmslistarligari eldsál í miðjuni, framleiðarin Ingun í Skrivarastovu
(KP)