Tuesday, September 3, 2013

Mótmælislist 5


Nøkur túsund fólk vóru á Vaglinum leygardagin, men tey vóru heldur færri enn eg hevði væntað, tá heili 31 fakfeløg skuldu eitast at vera við. Tað tykist sum um fólk í ein vissan mun eru fongd av apati og flegma. Men tað er kanska ikki so løgið, at fólk hava hug at missa mótið. Tí nógv er mótmælt uttan at nakað er hent. Og nú sær tað eisini út til, at Hitt føroyska skjaldraveldi fær rætt í sínum pessimistiska spádómi, tá hann skrivar: "Og sí triðja dagin skal landsstýrismaðurin rísa upp til ævigt lív í heimastýrinum". Men hinvegin er tað jú soleiðis, at tann, ið tegir samtykkir og vit kunnu ikki nógv annað enn at mótmæla, tá vit verða útsett fyri mannagongdum, har myrkalegging heldur enn upplýsing tykist vera endamálið. "Rein fantasi" slapp Bill Justinesen at skýra metingar frá serfrøðini um møguligar framtíðarvánir í sambandi við Eysturoyartunnilin í útvarpinum fyrradagin og avvarðandi journalisturin, Sigmar Bláberg helt eftir øllum at døma ikki, at tað var neyðugt við kritiskum mótspurningum. Tað er í løtuni upp til hvønn einstakan av okkum at hugsa kritiskt og sjálvstøðugt og at fylgja við og mótmæla, tá vit føla, at demokratiskar, upplýstar mannagongdir verða settar til viks. Vit hava fingið nøkur listaverk frá nøkrum listafólkum, sum ikki tiga og samtykkja


Hanni Bjartalíð eigur myndina omanfyri, sum hann kallar: Loynisáttmálin



Leygardagin var tað á Vaglinum, nú verður listabloggurin – enn einaferð – latin upp fyri okkara listafólki, við  orðum, tónum, myndum, kroppum og ond at gera vart við, at vit mugu taka Føroyar aftur – áðrenn tað verður ov seint og eingin er eftur at gera tað. Vit venda okkum til listafólkini við spurningunum: Hvar er fólkaræði? Hvør er framtíðin hjá okkum? Kunnu vit liva við at lógir verða smíðaðar og viðgjørdar í óðum verki og skrumblaðar ígjøgnum? Kunnu vit liva við, at fakkunnleikin ikki verður hoyrdur? Góðu listafólk, sendið okkum mótmælislist! Øll verk eru vælkomin og verður undirtøkan nóg góð, gera vit eina framsýning burturúr. Send til listinblog@gmail.com.