Niðast er ein fín lítil sending frá SVT um føroyskar bókmentir við góðum reklamuvirði fyri landið. Sendingin er ítøkiligt dømi um hvussu umráðandi tað er hjá føroyingum at vera við í Norðurlandaheiðurslønunum, tí tað er tann innstillingin, sum er høvið til at gera sendingina. Innstillað í ár er bókin Brahmadellarnar hjá Jóanesi Nielsen og fyri barna- og ungdómsbókmentir hava vit tveir møguleikar at vinna í ár við tað, at Rakel Helmsdal er við í íslendsku innstillingini fyri Skrímslaerjur, umframt okkara egnu innstilling, sum er Skriva í Sandin hjá Marjun S.Kjelnæs. Brotið um Føroyar byrjar umleið 26.40
http://www.svt.se/babel/se-program/del-14-36?autostart=true
(KP)