Í døgunum frá 6. til 19. september hevur Anker Eli Petersen framsýning í Galerie Focus í Lambagerði 1. Anker Eli Petersen er listamaður og skribentur, ið er føddur á Tvøroyri, uppvaksin í Havn. Seinastu 23 árini hevur hann verið búsitandi á Norðursælandi í Danmark. Sum listamaður er Anker Eli mest kendur fyri sínar kollagukendu myndir, eitt litríkt mix av málningi, prenti og skurði. Stílurin er einfaldur og illustrativur og rættuliga serkendur. Sum grafikari fæst Anker Eli mest við illustratión og sniðgeving, bæði í fysiskum skapi og á teldu. Hann hevur harafturat gjørt ørgrynni av frímerkjum fyri Posta seinastu 20 árini. Myndevnið hevur oftast støði í frásøgnini, har veruleiki og frumsøgn flóta saman. Stundum ljóst og litríkt, stundum myrkt og dapurt - men ofta við einum lítlum skálkabrosi. Myndirnar hjá Anker Eli eru yvirhøvur tulkingar av umhvørvinum og tí mýtiska. Ein ásannan at lívið ikki bara er svart og hvítt, hvørki í tí stóra ella tí smáa. Nærumhvørvið hevur, so at siga, sama status sum hugsjónin. Á framsýningini í Galerie Focus verða blandaðar myndir úr hesum hugaheiminum. Serliga markið millum skipan og ruðulleikan, tað mýtiska í tí gerandisliga, verður viðgjørt. Anker Eli er eisini kendur fyri at hava skrivað rættuliga fitt av sangtekstum, og onkur myndatulking av tí síðuni av virkseminum er eisini við.
Sunday, September 8, 2013
Anker Eli Petersen í Focus

Labels:
Framsýningar,
Tíðindaskriv