Friday, September 20, 2013

Koparrør eru í helviti


Katrin Ottarsdóttir fekk Bókmentaheiðursløn M.A.Jacobsens fyri debutyrkingarsavnið "Eru koparrør í himmiríki", sum Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út í fjør. Vit ynskja henni hjartaliga til lukku og seta inn ummæli, sum varð skrivað í fjør. 

Koparrør eru í helviti

"Eru koparrør í himmiríki" er heitið á yrkingarsavninum hjá Katrini Ottarsdóttir, sum kom út fyri kortum. Spurningurin sipar til barndómsins ræðuligu upplivingar av húsligari terror, har tað verður spurt um ræðuleikarnir fara at halda fram eftir deyðan. Við spurninginum verður í grundini staðfest, at trúgvin uppá himmiríkið als ikki er til, eins og lesarin fær eina fatan av at barndómsupplivingarnar enn nerva og at als einki er fyrigivið. Hetta er eitt sjáldsama realistiskt og avdúkandi yrkingarsavn, einki verður krógvað. Øll elendigheitin verður so at siga løgd fram fyri lesaranum. Spurningurin er so hvørt pínan verður umsett, um hon verður forloyst til list? Yrkingarsavnið fevnir um 51 síður við 23 yrkingum, ið allar eru serstakliga lættar at skilja - sum prosayrkingar ella knekkprosa, altso episkar yrkingar uttan teknseting, ið allar viðgera barndómsminnir. Talan er um eitt debut- ella byrjanarsavn, summar av yrkingunum hava staðið í Vencli, men vit vita jú samstundis av, at høvundurin Katrin Ottarsdóttir er roynd listakvinna og eg haldi eisini, at tað sæst aftur í yrkingunum, sum másliga og í stíli eru klókt niðurtónaðar. Bygnaðurin í yrkingunum er rættiliga konsekventur, hetta er eitt slag av smásøgum við støði í ymiskum ítøkiligum lutum, sum hoyra einum heimi til, so sum hús, havi, skáp, veggir, lyklar osfr. óbundin navnorð, sum eru støði hjá smáum frásagnum, ið eru partar av eini uppgerð við fortíðina við barndómin og serliga við mammuna, hon sum er sinnisliga sjúk og sum er einaveldug í heiminum hjá ólukkuliga og ósjónliga barninum. Vit eru í einum húsum í Havn, tíðin er frá 69, tá Armstrong gekk á mánanum, tá flytir familjan inn í tey nýggju húsini og í byrjanini eru vónirnar stórar. Men mamman er sálarsjúk og pápin er ólukkuligur og konfliktsky, so at eingin tekur hond um barnið. Í yrkingini Istedgade um eitt margháttligt spæl millum foreldrini broytist stílurin eitt bil yvir í okkurt meira ekspressionistiskt, men annars eru frásagnirnar sum heild realistiskar, vit kunnu kanska enntá siga, at tær eru sosialrealistiskar. Stílurin er knappur við lutfalsliga fáum myndum. Myndamálið er fyri tað mesta einfaldar persónsgerðir av kenslum, t.d. vónloysið, sum er besti vinur hjá møðini. Sjálvt um hetta uttan iva snýr seg um høvuðsstólin, altso um ta biografisku bakgrundina hjá yrkjaranum, hennara barndóm og uppvøkstur, kunnu vit ikki kalla yrkingarnar centrallyriskar við tað, at tær ongantíð umhandla ein eg-persón. Í staðin verður eitt 3.persóns alter-ego, barnið, sum eigur sjónarmiðið og sum eisini er tann, lesarin fær sympati fyri. Tú kemur kanska í tankar um Tove Ditlevsen meðan tú lesur og hennara frásagnir um óeydnusom børn, men eisini Vita Andersen og yvirhøvur kvinnubókmentir frá 70´unum koma til hugs, ið tematisera uppvøkstur, børn og umsorganarsvik frá teimum vaksni. Hetta er eitt slag av játtanarskaldskapi, eitt uppgerð við barndómin og eitt etandi ónt móðirportrett næstan sum hjá Marie Cardinal í hennara bók "Orð, sum forloysa". Meðan eg lesi komi eg í tankar um bókina "Piprandi hjarta" hjá Ingrid og Heina Hestoy, umframt onkra frásøgn hjá Magnusi Dam Jacobsen, sum eg haldi vera merkta av hesum sama kompromileysa hugburðinum. Í einstøkum orðingum í yrkingunum sum t.d. í samansetingini av prosaisku gerandisligu koparrørunum og tí upphevjaða himmiríkinum kundi íblásturin komið frá Jóanesi Nielsen, sum Katrin Ottarsdóttir hevur gjørt ein film um. Eg haldi, at fólk flest, eisini tey við eydnuríkum barndómum, munu kenna eyðmýkjandi kensluna aftur í hesum at vera barn, at avgerðir í  heilum verða tiknar rundan um teg. Men óansæð so kann sumt í savninum tykjast nóg so patetiskt og beiskt, og tú undrast á at uppgerðin skal vera neyðug nú so langt aftaná hendingarnar. Í síðstu yrkingini gerst tó greitt, at árinið av einum tílíkum uppvøkstri ikki eru so at sleppa av við, pínan røkkur yvir um deyðans gátt. Erligheitin og nakinleikin eru hugtakandi í bókini og lesarin kennir seg møguliga aftur í upplivingunum. Einfeldi er helst neyðugt og í grundini dámar mær best tær einfaldastu og mest banala eygleiðingarnar í savninum, t.d. í minninum, sum er sansaliga knýtt at smakkinum av eini ostaskorpu. Eg ivist eitt sindur í hvørt bókin hevur eins stóran listarligan relevans sum teurapeutiskan, men samstundis haldi eg avgjørt, at okkum tørvar viðgerð av  tílíkum evnum í føroyskum bókmentum, og tað valdast eisini hvørjar treytir, vit meta listarligt virði eftir. eg havi sjálv, tá eg var yngri, lisið nógvar danskar bøkur av hesum slagnum. Sum heild haldi eg, at tað eydnast yrkjaranum at halda fast í síni egnu rødd og tað er í grundini sera væl klárað av  einum debutanti, sum viðger eitt so kensluborið evni sum hetta.


TEY DEYÐU

ikki ræðast tey deyðu áðrenn tú doyrt
tey eru bara deyð
tú ert bara á lívi

kanska stendur skrivað í loyniligum bókum
um øll hesi deyðu sum gleða seg til tú kemur
bara tú
øll hesi tú nam á vegnum gjøgnum ógloymandi leikin
ið gjørdist tín

ja so er skrivað
øll hesi sum bera agg til tín
tey sum tú ikki tímdi at dansa við
tey tú onkursvegna traðkaði á tærnar við tínum balstýrigu stálhælum
sum oftast av óvart
og við vilja

kanska bíða tey bara eftir einum kjansi at siga tær
hvussu øgiliga beistaktig tú ert
hvussu fanansliga dugnaleys tú altíð hevur verið

kanska bíða tey bara eftir at sleppa at smakka søtu hevndina
gera tær ævinleikan ótolandi
tú vart jú altíð so egin
so helvitisliga inni í tær sjálvari
afturhaldandi sum sjálv pestin
hevði ikki brúk fyri øðrum

sanniliga stendur skrivað í ósjónligum bókum
at øll tey deyðu eru har
kenslan av teimum er altuppetandi
tá tú traðkar um gátt gáttanna
nógv teirra eru ikki blíð
serliga mammur og pápar standa klár við ógloymdum ákærum
sum bara tú dugir innanat og uttanat

men hesaferð er ongin undanvegur
tú kanst ikki bara rýma
sleppa tær av fananum til
sum flytifuglur við einvegisbillett út í tóman heim

her bíðar ævinleikans brigls og vreiði
og avnoktan
eftir tær
bara tær





(KP)