Serbiska New Yorkaralistakvinnan Marina Abramović kallar seg sjálva fyri ommu at performancelistini. Hon er fødd í 1946 og byrjaði sum performance listakvinna tíðliga í sjeytiárunum og hevur verið aktiv líka síðani. Í 2010 hevði hon eina ógvuliga kraftfulla performance í Museum Of Modern Art í sambandi við eina stóra retrospektiva framsýning við hennara verkum. Hennara performance á hesari framsýningini nevndist The artist is present og snúi seg um nærveru. Listakvinnan sat still á einum stóli og so kundu áskoðarar seta seg á stólin yvirav. Á ymiskum filmsbrotum frá framsýningini sæst, at reaktiónin hjá fólki er ógvuliga ymisk, men á hesum brotinum fær listakvinnan sjálv eina serliga uppliving, tá týski performancelistamaðurin Ulay, Frank Uwe Laysiepen setur seg á stólin. Tey vóru par og arbeiddu saman frá 1976 til 1989. Í 1988 avgjørdu Ulay og Abramović at teirra samband skuldi enda og tey endaðu tað á serligan hátt við at ganga 2.500 km á stóra kinesiska múrinum frá hvør sínari síðu og møtast á miðjuni, har tey søgdu hvørjum øðrum farvæl. Hetta filmsbrotið tykist kanska onkursvegna sera amerikanskt sum set-up við ovurhonds áhuganum fyri kendum fólkum og fyri sentimentalum løtum, men eg haldi, at hetta lítla brotið gevur varhugan av onkrum, sum er størri og meira enn tað, kanska snýr tað seg um tað størsta av øllum, altso um kærleikan.