Wednesday, September 4, 2013

Mótmælislistin 8 - Makrelstríð

Myndina málaði Arngerð Joensen, sum heldur, at vit mugu hugsa um makrelmálið eisini

Leygardagin var tað á Vaglinum, nú verður listabloggurin – enn einaferð – latin upp fyri okkara listafólki, við  orðum, tónum, myndum, kroppum og ond at gera vart við, at vit mugu taka Føroyar aftur – áðrenn tað verður ov seint og eingin er eftur at gera tað. Vit venda okkum til listafólkini við spurningunum: Hvar er fólkaræði? Hvør er framtíðin hjá okkum? Kunnu vit liva við at lógir verða smíðaðar og viðgjørdar í óðum verki og skrumblaðar ígjøgnum? Kunnu vit liva við, at fakkunnleikin ikki verður hoyrdur? Góðu listafólk, sendið okkum mótmælislist! Øll verk eru vælkomin og verður undirtøkan nóg góð, gera vit eina framsýning burturúr. Send til listinblog@gmail.com.