Fimm hjørtu heldur ummælarin í
Politiken, Trine Ross, at Café Dolly, føðingardagsframsýningin við verkum hjá J.F.Willumsen,
Francis Picabia og Julian Schnabel hevur uppiborið. Men hon ivast í hvørjum, hon skal ynskja til lukku, Willumsen sjálvum,
sum hevði fylt 150 ár ella um tað er kuratorunum, Claus Carstensen og Christian
Vind, vit skulu ynskja til lukku við hesum bragdinum av einari framsýning. Ross
endar við at staðfesta, at tað eru vit, listaáskoðararnir, sum hava fingið eina
gávu. Cecilie Høgsbro Østergaard er á kunstkritikk.no hugtikin og heldur framsýningaruppleggið
vera "frapperandi" og ein framsýning, sum broytir mátan, tú sært teir
tríggjar listamenninar hvør sær. Rektarin á kunstakademinum í Keypmannahavn, Mikkel Bogh hevur skrivað ein ómetaliga áhugaverdan tekst um óhóskandi møtið millum teir tríggjar
listamenninar, har kuratorarnir fáa rós við á vegnum, sum í staðin fyri at
hugsa hevdbundið listasøguliga bera seg meira intuitivt at og hava fingið eina
framsýning burtur úr, sum bæði er inspirerandi og sum birtir nógvar tankar í
huganum á áskoðaranum. Framsýningin er ummæld og umrødd í allarflestum miðlum, eg seti inn leinkjur inn til nakrar greinar. Café Dolly er opin alt árið út.
(KP)