Tuesday, September 24, 2013

Skærur vindur - ein gul framsýning



Ljósið blaðar í teimum heystligu bløðunum.
Vindurin er skærur og gulnar í tínum hári.
Nú heilsa vit farvæl frá hvør sínum bera teigi.
Uttan at geva okkum til kennar.

Heystframsýningin í Steinprenti er uppkallað eftir einari vakrari árstíðaryrking hjá Róa Patursson, sum lýsir lívsins absurda meiningsloysið í slagskugganum av deyðans troyttandi noyðslu. Sorgblíða huglagið rakar mitt í okkara grundleggjandi einsamallu støðu í tilveruni, sum bert gevur meining í sansaligum løtum, fevndar av fjálgum kærleika í ljósgirda hárinum hjá unnustuni ella í lívs- og deyðsjáttandi skróvanini av heystbløðum á vegnum. Konsentreraða og fragmentariska yrkingin hjá Róa Patursson gløðir av skærum gulum heystlitum, samstundis sum tónin er bláur og dapur.

Framsýningin inniheldur nýggj og gomul steinprent hjá 18 listafólkum, sum antin eru gul ella sum kuratorurin metir hava eina gula heildarkenslu, tó at tey eru fleirlitt. Gult er ljóssterkasti liturin av grundlitunum. Sambært Wassili Kandinsky hevur ein gulur rundingur lyndi til at ota seg frá miðjuni út móti áskoðaranum, meðan ein bláur rundingur myndar eina mótsetta konsentriska rørslu, sum flytir seg undan áskoðaranum. Gult er sambært hesari hugsjónini útvendur litur, sum dregur áskoðarin inn í myndina, men gult kann sanniliga eisini styggja. Tað valdast hvussu guli liturin er blandaður. Gult hevur eina ørgrynnu av úttrykksmøguleikum og inniheldur sín egna mótsetning, guli liturin kann tykjast ljósfylltur og lívgevandi, men kann eisini sýnast eitrandi og sjúkur. Keisaraguli liturin kann tykjast stórbærur, tá hann er bakgrund í einari náttúruvisión hjá Tróndi Patursson, men skríggjandi gula, polyesterglitrandi fótbóltsblusin hjá tí hyldliga, sjálvglaða øldrekkandi fótbóltsfjepparanum hjá Peter Carlsen er alt annað enn stórsligin.  Besnissaðar, men eisini elskuligar eru tær barnsligu verurnar hjá Kathrine Ærtebjerg og Onnu Seppalä, meðan abstraktiónirnar hjá Anker Mortensen eru poetiskar júst sum skærur vindur og tað eru hugsaðu blómurnar hjá Fríðu Matras Brekku eisini, meðan gula myndin hjá Rannvá Kunoy liggur á markinum millum innihald og popp, millum figuratión og einki. Tað kann av sonnum diskuterast hvussu gul hennara myndarøð "Litirnir hinumegin" er, men ein bleikur gulur litfarri tykist tó savnandi í hesum hugtakandi, stillu og flótandi kompositiónunum. Rundleittu formarnir í myndunum hjá Hansinu Iversen bylgja aftur og fram móti áskoðaranum, sum fær hug at søkka inn í tær og gerast eitt við teimum sevjumiklu gulu formunum. Gulu súkklistarnir hjá Tóroddi Poulsen eru um somu tíð vakrir og stuttligir og tað er ferð á teirra rundferð á pappírinum. Tað sama er galdandi fyri fleiri av mynstrunum hjá Bjarne Werner Sørensen, ið eru organisk og samanhangandi sum eru tey partar av eini størri heild, kanska einum tónleikaverki. Í øllum førum eru rútmurnar altíð til staðar í myndunum hjá Bárði Jákupsson, eisini í teimum smáu prentunum við teirri lívgevandi gulu sólini, sum heilt víst skínur á ástardansin hjá teimum báðum fjallaverunum í fabulerandi lívsglaðu myndini hjá Bjørn Nørgaard. Heystið man vera yndisárstíðin hjá lista- og veiðimanninum Svend-Allan Sørensen í Føroyum, tí tá ber til at fáa fatur av røstum kjøti. Heitið á framsýningini hjá honum á Museum Jorn, Country & Koncept sigur í grundini nógv um hansara kulu list, sum vit hava funnið okkurt gult avbrigdi av. Daniel Milan er eisini ein av teimum ungu dugnaligu listafólkunum, sum eru útbúgvin á kunstakademinum seinastu árini. Hann hevur funnið íblástur av einum uppihaldi í Uganda, har homofobi hevur valdað í óhugnaligan mun og har heimssamfelagið, serliga Hilary Clinton hevur mótmælt gongdini. Milan hevur verið upptikin av hesum málinum, hansara myndir minna um dokumentar, men tær eru eisini stuttligar og dekorativar. Er tað nakar, sum kennir glitrandi ljósið, sum blaðar í teimum heystligu bløðunum, so er tað Zacharias Heinesen, ið hevur tvær landslagsmyndir við á framsýningini, eina gula støðumynd og so lidna prentið. John Kørner hevur teknað føroysk siðbundin at kalla postkortkend myndevni á cadmiumgula bakgrund og hetta gevur myndunum ein stuttligan og óhátíðarligan dám, ið spælir saman við fatanini, áskoðarin longu hevur av tí, sum avmyndað er. Saman við tí einfaldaða, flata úttrykkinum og teimum reyðu blettunum og slettinum, brýtur guli liturin alla naturalistiska illusión í myndunum. Prentini hjá Jonas Hvid Søndergaard eru frá í ár, og eru dømi um, at gult sanniliga eisini er ein andaligur litur. Á gulari grund hevur listamaðurin teknað ymisk spirituel symbol og geometriskar figuratiónir, men uttan at hesar á nakran hátt sýnast dogmatiskar ella trúboðandi. Heldur tykjast myndirnar andaliga opnar og lívsjáttandi. Gula kvøldmáltíðin hjá Torbirni Olsen er ein av litografisku variatiónunum, sum hann gjørdi av nøkrum altartalvumyndevnum. Torbjørn arbeiðir í skrivandi stund í Steinprenti. Hann er litmeistarin, ið sum kunnugt ikki ræðist primerar litir, enn er óvist hvussu gular myndirnar blíva, men eftir ætlan verða tey spildurnýggju prentini at síggjast at síggja á verkstaðnum uppiá. Framsýningin við gulum grafikki letur upp í Steinprenti fríggjadagin  27 september klokkan 16. Kurator: Kinna Poulsen. Øll eru hjartaliga vælkomin. Okkara stuðlar framsýningini.



(KP)