Áðrenn vit vita av er eisini hesin dagurin, henda sólskinsløtan, hesin løgmaðurin og hetta silda- og makrelkríggið farið framvið. Bara deyðin er varandi... og listin, t.d. hesi trý listaverkini. Tað ovasta eigur bretski listamaðurin David Shrigley og tey niðaru eigur Tóroddur Poulsen, her er herligt skemt, rørandi sorgblídni og hugspekilig tyngd í verkunum hjá teimum báðum serstakliga originalt hugsandi listamonnunum. Niðasta myndin verður við á eini framsýning í Steinprenti í næstum.
(KP)