Thursday, September 12, 2013

Smiðjan í Heyst



Smiðjuna í Lítluvík eigur Tórshavnar Kommuna og húsini verða rikin sum framsýningarskáli. Eingin arbeiðir har, men listafólk og kreativ fólk kunnu skriva seg upp til at læna húsini eina viku í senn, har tey kunnu skipa fyri teirra egnum framsýningum. Tað er ein fantastiska fín skipan og lítla húsið mitt í býnum verður nógv brúkt. Her er eitt yvirlit yvir framsýningar í smiðjuni í heyst.


12. til 18. september:  Málningaframsýning við Laura Edit Tórhalsdóttir og Sagu Kapna.

19. til 25. september: Málningaframsýning við Eir í Ólavstovu.

26. september til 2. oktober: Framsýning við Sofusi Poulsen.


3. til 9. oktober.  Málningaframsýning við Jónvá Danielsen.

10. til 16. oktober: Framsýning við Turid Skinderholm.

17. til 23. oktober: Framsýning við Bjørk Gudmundsen.

24.  til 30. oktober: Framsýning við Gunnleyg Arge.

31. oktober til 6. november: Klædnasøluframsýning við Rannvá Erlingsdóttir.

7. til 13. november: Annika Hjalt Edvardsdóttir sýnir fram málningar og ymiskt úr føroyskum tilfari.

14. til 20. november: Framsýning við Duritu Dam.

21. til 27. november: Framsýning við Elin Josefina Smith.