Fuglafjarðar Kommuna verður aftur í ár karmur um eina mentanarviku, ið verður 16.-22.september.
Ì september 2012 skipaði kommunan fyri eini sera umfatandi og væl móttiknari mentanarviku. At tað gekk somikið væl tá, hevur so lagt lunnar undir, at tiltakið verður aftur í ár.
Kommunan
hevur í hesum sambandi sett 34-ára gamla fuglfirðingin Hergeir Eldevig
sum samskipara. Hergeir er royndur tiltaksfyriskipari, og sigur soleiðis
um uppgávuna “Eg tók beinanvegin av tilboðinum um at samskipa
mentanarvikuna í ár. Einamest tí eg hoyrdi allar jaligu
afturmeldingarnar tiltakið fekk seinast. Hóast hettar leggur eitt ávíst
trýst á meg sum fyriskipara, so taki eg sera fegin ímóti avbjóðingini.
Eisini síggi eg tað,at tiltakið var so væl móttikið, sum eina staðfesting av, at tiltakið eigur at vera afturvendandi. Tiskil gleði eg meg til at bjóða øllum vælkomin til mentanarvikuna hesaferð”
Mentanarvikan í Fuglafirði verður eitt sindur minni umfatandi hesaferð. Tó er
lagt upp fyri hesum við ikki at leggja nøkur tiltøk samstundis. Eisini
eru flest øll tiltøkini ókeypis. So tað átti at verið møguligt hjá øllum
at fáa nógv burturúr at vitja Fuglafjørð í døgunum millum 16. til 22.
september.