Monday, September 23, 2013

Janus Kamban - 100 ár. Listasavn Føroya


Janus Kamban (1913-2009) Ær (~1966) bronsustandmynd
Mikukvøldið 25.9. kl. 19.30 verður samrøða um listamannin millum myndhøggaran Hans Paula Olsen og savnsstjóran Nils OhrtEftir samrøðuna verður filmurin 'Í hansara hondum' (2008) eftir Ingun í Skrivarastovu vístur. Tiltakið er ókeypis. Øll eru vælkomin.

Tann 10. september hevði Janus Kamban fylt 100 ár.
Hann var ikki bert Føroya fyrsti og mest týðandi myndahøggari, men eisini ein tann besti grafikarin í føroyskari list yvirhøvur.
Eins og tann nakað eldri listamálarin, Sámal Joensen-Mikines, var Kamban eitt listafólk, sum gav tí føroyska samleikanum listarligt skap.
Í mun til starvsfelagan búði Kamban í Føroyum alt sítt lív, og hevði á henda hátt eisini ein týdningarmiklan leiklut fyri ta ungu føroysku listina.
Listasavnið markerar 100 ára hátíðarhald Kambans við tveimum tiltøkum. Fyrsta tiltakið leggur dent á høggmyndir hansara, og tað verður við eini samrøðu og powerpointframløgu, har ein av Føroya mest týðandi núlivandi myndahøggarum, Hans Pauli Olsen, luttekur. Hans Pauli Olsen tók síni fyrstu fet inn í myndhøggarayrkið við Janusi Kamban sum vegleiðara.  



(KP)