Sunday, September 1, 2013

Mótmælislist 1 - Fólkið í Føroyum


Leygardagin var tað á Vaglinum, nú verður listabloggurin – enn einaferð – latin upp fyri okkara listafólki, við  orðum, tónum, myndum, kroppum og ond at gera vart við, at vit mugu taka Føroyar aftur – áðrenn tað verður ov seint og eingin er eftur at gera tað. Vit venda okkum til listafólkini við spurningunum: Hvar er fólkaræði? Hvør er framtíðin hjá okkum? Kunnu vit liva við at lógir verða smíðaðar og viðgjørdar í óðum verki og skrumblaðar ígjøgnum? Kunnu vit liva við, at fakkunnleikin ikki verður hoyrdur? Góðu listafólk, sendið okkum mótmælislist! Øll verk eru vælkomin og verður undirtøkan nóg góð, gera vit eina framsýning burturúr. Send til listinblog@gmail.com.

Oddfríður Marni Rasmussen eigur fyrsta íkastið, sum er ein yrking:




Fólkið í Føroyum

Eg síggi Nelson Mandela fyri mær
Har hann stendur á einum
Fullsettum leikvølli og summir áskoðarar
Tveita bananir eftir honum tá ið hann ger seg kláran
At halda sína røðu ið byrjar við orðunum:
We the people of South Africa.
Eg síggi hann fyri mær
Stoltur og fastur í orðum sínum
Tá ið eg hugsi um hetta
Gerist eg keddur
Og einsemi kemur sum ein
Sandstormur og kvalir meg.
Hví tosar ongin í mínum landi um
Okkum fólkið í Føroyum?
Hví tosar ongin við virðing um okkum
Fólkið í Føroyum?
Vit sum hava ofrað lívið
Hava grátið og bløtt
Av líkasælu
Hava lagt tíðina á hillina
Og tankarnar inn í sjónvarpið
Har undirhaldið sissar okkum
Í óskaparligan tjóðarsvøvn.
Hví tosar ongin um okkum?
Fólkið í Føroyum?
Hví eru vit onki annað
enn ein lýsing fjórða hvørt ár?
Vit, fólkið í Føroyum?


Oddfríður Marni Rasmussen