Thursday, September 12, 2013

Nú er stund at gleða seg...



Vetrarmorgun frumsýndur í kvøld!

Í kvøld verður nýggi filmurin hjá Sakarisi Stórá frumsýndur á Bókasavninum á Sandi klokkan 20. Vegna stóran áhuga og plásstrot verður sýningin endurtikin klokkan 22. Tiltakið byrjar kl 20. við at Hanus G. Johansen spælur nøkur løg. Síðani verður stuttfilmurin Summarnátt sýndur. Aftaná Summarnátt presenterar leikstjórin Vetrarmorgun. Tá Vetrarmorgun er sýndur hava áskoðararnir høvið at spyrja leikstjóra og toymið handan filmin spurningar. Og at enda verður borðreitt við kaffi, te og heimabakaðum køkum.
















(KP)