Thursday, September 19, 2013

Og Emmuvinnarar eru...


Helena Dam á Neystabø bjóðaði vælkomin til virðislønarhaldið í Mullers Pakkhúsi. Nú ber næstan ikki til at halda røðu longur uttan at nevna Tórodd Poulsen, og hann varð nevndur aftur í dag, tað var Carl Jóhan Jensen eisini umframt Hans Scherfig. Tóroddur hevur einaferð í tíðini sagt, at hann hopaði, at kekkurin frá býráðanum hevði dekning. Helena Dam á Neystabø vissaði áhoyrararnar um, at M.A.Jacobsens virðislønirnar vóru meintar væl sum ein viðurkenning av listafólkunum. Síðan sang Tórshavnar Kamarkór undir leiðslu av Bernharði Wilkinsson tvey ambitiøs nýggjari verk, sum eg ikki kenni; "Flykrur" og "Frostbitin", og síðani "Lover nu Herren" einki av tónleikinum varð presenterað, men tað fekk húsfólkið at gita um kanska eitt tónaskald mundi fara at fáa mentanarheiðurslønina.

Men so var ikki neyðugt at gita meir, tí Malan Marnersdóttir avdúkaði vinnaran av heiðurslønini fyri fagrar bókmentir, sum var Katrin Ottarsdóttir, ið fekk heiðurslønina fyri debutyrkingarsavnið "Eru koparrør í himmiríki". Heðin Mortensen borgarstjóri handaði heiðurslønina uppá 35.000 krónur. Yrkjarin og filmsleikstjórin var serstakliga rørd og røddi um tað løgna í hesum at verða heiðrað fyri hesa lítlu bók og ikki fyri filmsavrikið, sum hon hevur arbeitt við so mong ár. Hon takkaði mangar gangir og lovaði at halda fram við at skriva.

Vár í Ólavstovu avdúkaði, at Pól Jespersen fekk heiðurslønina fyri bókina "Rúmdin. Almenn stjørnufrøði" og hann fekk eisini 35.000 krónur handaðar frá borgarstjóranum. Pól Jespersen røddi um hugin at undirvísa og formidla, um málsligt medvit og um at gera frøðiorð. Síðani greiddi hann frá arbeiðinum við rúmdini og takkaði av hjarta fyri heiðurin. Ein bókmentafrøðingur fekk heiðurslønina fyri mentanaravrik, tað er Turið Sigurðardóttir, sum somuleiðis var takksom og siteraði Hans Andrias Djurhuus. Hon tosaði um bókmentir og um móttakarar, um lesaran og so kom hon eisini inn á Mads Andrias Jacobsen, sum virðislønin er uppkallað eftir og altso ikki eftir Emmu, sum onkrir fyrstafloks næmingar á setrinum hildu. Rakel Helmsdal fekk barnamentanarheiðurslønina fyri verkið Veiða Vind, Skrímslabøkurnar og marionetteatrið. Hon helt eina røðu um tað at skapa og at hvørva inn í verkið og greiddi síðani frá um ymsar treytir fyri, at verkini gjørdist veruleiki. Hilmar Joensen fekk hina barnamentanarheiðurslønina fyri m.a. Hvør er kongur í Kongagøtu. Hilmar Joensen segði, at hann gjørdist so kløkkur av boðunum um at hann fekk M.A.Jacobsens heiðursløn, at hann ikki hevði sovið í fleiri dagar. Hann greiddi síðani frá m.a. arbeiðinum við Kongagøtuleikinum. At enda framførdu næmingar úr Tórshavnar Kommunuskúla við Petur Mohr Reinert "Elinborg" hjá Eivør. Onkur trupulleiki var við ljóðinum í útvarpinum og tað var spell, tí børnini sungu og spældu væl.

Vit ynskja øllum heiðurslønarmóttakarunum hjartaliga til lukku.