Leygardagin var tað á Vaglinum, nú verður listabloggurin – enn einaferð – latin upp fyri okkara listafólki, við orðum, tónum, myndum, kroppum og ond at gera vart við, at vit mugu taka Føroyar aftur – áðrenn tað verður ov seint og eingin er eftur at gera tað. Vit venda okkum til listafólkini við spurningunum: Hvar er fólkaræði? Hvør er framtíðin hjá okkum? Kunnu vit liva við at lógir verða smíðaðar og viðgjørdar í óðum verki og skrumblaðar ígjøgnum? Kunnu vit liva við, at fakkunnleikin ikki verður hoyrdur? Góðu listafólk, sendið okkum mótmælislist! Øll verk eru vælkomin og verður undirtøkan nóg góð, gera vit eina framsýning burturúr. Send til listinblog@gmail.com.
Mótmælisverk nummar fýra hevur Hitt Føroyska Skjaldraveldi gjørt. Tað er mynd og uppskrift til ein ævigan landsstýrismann
Tilfar:
Ein landsstýrismann
Ein rívan skamt av fákunnu/býttisskapi (frítt val)
Fittligt av ósmædni
Nakrar ábyrgdarleysar veljarar
Ein lögmann, ið öll síggja, men ikki er til
Eitt sindur av lýsingarfíggjaðari pressu
Væl av veikari umsiting
Passaligt av kristiligheit
Sjónvarpsskíggja
Nakrar lortendar, ið ikki eru í sama flokki sum landsstýrismaðurin (helst gudiligar)
Nakað væl av spilling, sum eingin trýr uppá
Mannagongd:
Finn viðkomandi landsstýrismanni eitt hóskandi mál og lat hann hoyggja tað til saman við síni veiku umsiting og vælsignilsi frá lögmanni, sum öll síggja, men ikki er til. Lat síðani ta lýsingarfíggjaðu pressuna øsa landsstýrismannin upp í skúm og teir ábyrgdarleysu veljararnar rópa morð og halleluja til ósmædni er so gott sum markleyst hjá öllum: landsstýrismanni, umsiting og veljarum. Lat nú spillingina, sum eingin trýr uppá, sleppa at gera sítt ein dag ella tveir og lat síðani landsstýrismannin í allari kristiligheit pína sína tign við sjálvmótsigandi yvirlýsingum í í minsta lagi ein dag, men tá er hann búgvin at festa seg sjálvan á ein kross av egnari fákunnu/býttisskapi, meðan lortendarnir úr hinum flokkunum gráta nökur rossatár (hetta tó mest til pynt). Lat nú alla hesa dýrdina, við endurnýggjaðum vælsignilsi frá áðurnevnda lögmanni, niðurfara á ein sjónvarpsskíggja. Og sí triðja dagin skal landsstýrismaðurin rísa upp til ævigt lív í heimastýrinum, væl skírdur politiskt av teirri spilling, sum eingin trýr uppá.
Amen og væl gagnist