Í dag er langi fríggjadagur, sum vit nevna dagin eftir skírishósdag, tá Jesus varð krossfestur. Sum barn fataði eg heitið bókstaviliga og helt, at dagurin var longri enn aðrir dagar og eg helt tað vera ómetaliga synd fyri Jesupápan at blíva krossfestur júst ein tílíkan dag, sum var longri enn aðrir dagar. Men eg haldi eisini, at langi fríggjadagur var sera drúgvur tá í 70´unum, tá Activ var stongt og okkara kæra bommkona, hon sum ikki taldi bommini, men sum altíð lat ríkiligt av gummibommum niður í bommposan, hon var ikki í kioskini og dagurin var sanniliga langur sum eg veit ikki hvat, tí ikki kundi loftast heldur upp móti húsinum hjá Ingálvi av Reyni. Tey vóru annars so herliga høg og sløtt, at tað bar til at lofta við fimm bóltum, um vit bert kláraðu ikki at lofta í relieffið á fasaduni. Enn veittra fløggini á hálvari stong langa fríggjadag og eg haldi, at tað mesta er afturlatið, men langi fríggjadagur er yvirhøvur einki langur longur og eg havi eisini skilt, at á enskum eitur hann goodfriday, góði fríggjadagur. Havið ein góðan fríggjadag, her er ein yrking hjá einum góðum yrkjara.
T.S.Eliot
The wounded surgeon plies the steel
That questions the distempered part;
Beneath the bleeding hands we feel
The sharp compassion of the healer's art
Resolving the enigma of the fever chart.
Our only health is the disease
If we obey the dying nurse
Whose constant care is not to please
But to remind us of our, and Adam's curse,
And that, to be restored, our sickness must grow worse.
The whole earth is our hospital
Endowed by the ruined millionaire,
Wherein, if we do well, we shall
Die of the absolute paternal care
That will not leave us, but prevents us everywhere.
The chill ascends from feet to knees,
The fever sings in mental wires.
If to be warmed, then I must freeze
And quake in frigid purgatorial fires
Of which the flame is roses, and the smoke is briars.
The dripping blood our only drink,
The bloody flesh our only food:
In spite of which we like to think
That we are sound, substantial flesh and blood-
Again, in spite of that, we call this Friday good.
(KP)