Wednesday, April 6, 2011

SALT á tingi


Í gjár vóru tvey uppskot til løgtingslóg um stuðul til Saltsilogrunnin til fyrstu viðgerð í løgtinginum. Í tí fyrsta, sum Aksel V. Johannesen legði fram verður skotið upp, at løgtingið heimilar landsstýrinum at veita stuðul upp á 20 mió. kr. í 2012 at útgjalda samsvarandi byggigongdini til Saltsilogrunnin til at umbyggja og innrætta Saltsiloina á Drelnesi til mentanarhús. Hitt, sum Edmund Joensen legði fram, snýr seg um á leið tað sama, men við teirri merking, at peningurin longu skal byrja at koma í ár og síðani tey komandi tvey árini. Harumframt var eitt uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2011 viðgjørt. Øll trý uppskotini vórðu viðgjørd í einum.

Tey tvey uppskotini til løgtingslóg kunnu lesast her:
http://www.logting.fo/files/casestate/11251/174.10%20Studul%20til%20Saltsilogrunnin.pdf
http://www.logting.fo/files/casestate/11299/182.2010%20um%20studul%20til%20saltsilogrunn.pdf

Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg:
http://www.logting.fo/files/casestate/11317/183.10%20eykajattan%20mars-3-saltsilo.pdf

Óvanliga nógvir politikarar vóru til staðar til kjakið og eisini vóru nógvir áhoyrarar. Óvanligt og gleðiligt var at hoyra hugtakið “størri mentanarpolitisk høpi” nevnt fleiri ferð, men annars mundu eg svímað fleiri ferð, tá røðararnir brúktu hugtøk sum: “ein vinnupolitiskan varða fyri saltfisk” og mangt annað ófatiligt.

Sum heild undraði eg meg - sum so ofta - yvir støðið í kjakinum, tá tað snýr seg um mentan. Øll tosaðu um hetta kundi bera seg - eingin tosaði um innihaldið, og yvirhøvur eingin tóktiskt hava gjørt sær tankar um, hvat krevst av einum altjóða mentanarhúsi. Tað ljóðaði heldur ikki, sum nakar hevði ráðført seg við fólk, sum hava royndir við mentanarhúsum, men hetta hendir kanska í fíggjarnevndini, sjálvt um eg haldi hetta átti at verið viðgjørt í mentanarnevndini. Hetta er eitt fínt høvi at viðgera mentan og ikki bara um eitt hús kann bera seg.

Men lurtið sjálvi her:
http://www.logting.fo/files/sound/2010/174/1/2011-174-1.html


(IS)