Heitið á bókini hóskar sera væl til útsjóndina við tað, at tað er fleirtýtt við bæði positivum, negativum, løttum og álvarsligum hjátýdningum og orðið kann jú eisini hoyra til fleiri orðaflokkar, sum navnorð kann tað bæði sipa til at taka dik á seg, taka seg um reiggj, og at fáa ein slingur. Vit brúka tað somuleiðis um at fara ein stuttan túr, um rennarí og í fleirtali ella kvennkyni kann tað sipa til tað keðiliga, at vera rendur til hús. Byrjanin tykist afturlítandi "..eg hataði alt sum varð mær lýtt í oyrað/ og eg rópti at fetini eru synd/ og tey vegleiða einans aftureftir/meðan línan er tann rætti vegurin/ skal hondin trúgva tí hon skrivar..". Hetta seinasta líkist einum credo og harmonerar í øllum førum væl við kravi høvundans um støðuga listarliga nýhugsan; tað er ikki nóg gott at siga tað sama sum vit søgdu í gjár, tú mást alla tíðina finna uppá nakað nýtt. Sykliska kenslan, at nú- og framtíð verður fatað gjøgnum fortíð og at fortíð og nútíð verða tengd saman, hevur merkt yrkingarnar áður, men hendan ringrásin merkist alt meira kristalklár t.d. í "Útsýni", men eisini í eini yrking sum "Í áðni" um tíðina, sum tykist hvørva.
Hugleiðingar og spurningar verða settir um tilveru og skapan og í fleiri av yrkingunum hjá Tóroddi Poulsen fært tú kensluna av at fylgja eini fríari assosiatiónsrøð, har tankar verða festir á blað uttan aðrar avmarkingar frá skynseminum enn tær, sum koma við viðgerðini aftaná, tá yrkjarin m.a. strammar málið í yrkingini. Tær surrealistisku yrkingarnar mynda tann eina strongin í instrumenteringini hjá Tóroddi Poulsen. Surrealistiska yrkingin "Kjøtsavnararnir" minnir í sínum absurda óhugna um meyrugresjandi læraran í Eygnaholum (s.53), men "Kjøtsavnararnir" snýr seg um eitt øðrvísi kortspæl við og um mannakjøt. "Tey sita og tyggja orð" tykist á sama hátt surrealistisk. Sambært André Breton royndu surrealistarnir at bera fram sínar hugsanir beinleiðis og uttan eftirlit frá skynseminum við at skapa eina rás beinleiðis til dulvitið. Surrealistiska málið gjørdist tessvegna fyrst og fremst eitt myndamál. Allýsingin hjá Breton er áhugaverd, ikki minst við tað, at hann metir Salvador Dali vera ov tilvitaðan til at vera sannan surrealist. Nógvar av yrkingunum hjá Tóroddi Poulsen hava myndamál sum minnir um dreymir eitt nú um tað stóra fallið, at detta, um tenn og tannloysi osfr., men "Feskasta marran" - november 2009 - er kanska meira samfelagsatfinnandi enn hon er surrealistisk, sjálvt um beiska lýsingin av perverteraða politikaralevnaðinum ber brá av surrealismu. Skulu vit skráseta hesa yrkingina ella bólka hana í eitt yrkingaslag, kunnu vit kalla hana fyri eina lyklayrking, tí vit kenna væl fólkini aftur, sum luttaka í marruni. Byrjanin er fantastisk: "tey grópa og kráma hvør uppi á øðrum/ allar mikrofonir eru tendraðar/ tann stóra stunanin er almenn.." og haðani gerst tað alsamt meira pornokent, perverst, kannibalistiskt, orgiastiskt og absurd. Samstundis er hetta eitt slag av ógvuliga grovari politiskari satiru í støðum eins grov og skemtið á baksíðan á Oyggjatíðindi, tí vit ivast ikki hvørji tey eru, luttakararnar; Gerhard Lognberg, Helena Dam á Neystabø, Jóannes Eidesgaard, Jørgen Niclasen, Tórbjørn Jacobsen osfr. Áhugavert at síggja í hvussu ómetaliga stóran mun føroyska samfelagið, eisini okkara politikarar, fylla í hugaheimi yrkjarans, sum hevur búð í Keypmannahavn síðan einaferð mitt í hálvfemsunum. Tónin í yrkingini er næstan Ginsbergskur og minnir eitt sindur um Skrokkakvæðið at enda, tá: "berar beinagrindir og hálvrotin lík fara upp at dansa/ og tey kráma og grópa hvør uppi á øðrum/ leita eftir kynslimum sum ikki eru har/ onkur beinagrind er sera svong/ hevur longst eftir røstum kjøti allan sín deyða/ og pilkar burtur av sínum hálvrotna dansipartnara/ okkurt lík er komið úr gamla kirkjugarði út í tann nýggja/tí tað bara vóru sovorðin gomul í tí gamla...". Vulgert og vemmiligt er tað, men so sanniliga eisini skemtiligt. Eg fari at minnast henda ruðulleika á sama hátt sum eg minnist "Gyllini æðr", sum er ein onnur ljót yrking hjá Tóroddi Poulsen, men eg fari einamest at minnast savnið fyri vakurleikan, fyri yrkingina "Eind", sum er framúrskarandi dømi um hvussu sterkur og egin Tóroddur Poulsen er sum myndaskapari.
MINNI
vindurin kavar
niður í míni orð
í morgin skal alt
uttan kavin verða hvítt
vitið spraklar
í vatninum
tostin druknar
sín grammleika
í fávitskuni
gleði meg til
at pakka meg sjálvan út
og læra alt av nýggjum
eg bori hol á árstíðina
og út kemur eitt træ
við sprettandi glerpípum
tá eg var lítil
mintist eg alt
Í ÁÐNI
í áðni
tá eg var lítil
við spann og spaka og trillibøru
skapti hús og kirkju úr mold og sandi
gav maðkunum eitt heim
tá eg eri her aftur
síggi eg at maðkarnir
vóru líka langir sum lívið sjálvt
og sleitst tú teir í tvey
vóru teir líka langir
sum tíðin tú hevur eftir
bæði aftur- og frameftir
um tú grevur og grevur
niður í barndómin
ella fram í ellina
at finna tað rætta orðið
sum er eldri enn alt
og yngri enn einki
meðan dómadagur nærkast
hann sum altíð hevur verið
eldri enn orðið
MINNI
vindurin kavar
niður í míni orð
í morgin skal alt
uttan kavin verða hvítt
vitið spraklar
í vatninum
tostin druknar
sín grammleika
í fávitskuni
gleði meg til
at pakka meg sjálvan út
og læra alt av nýggjum
eg bori hol á árstíðina
og út kemur eitt træ
við sprettandi glerpípum
tá eg var lítil
mintist eg alt.
EIND
meðan eg stari út á havið
legst myrkrið yvir alt
og eg verði havsbrúgvin
sum murrar ókendar sangir
úr líka so ókendum skorsteinum
á førum ið sigla á mær
og víðari móti eini aðrari havsbrúgv
har myrkrið er upp aftur tjykkri
tí har liggur ein og starir at mær
við einum reyðgulum mána í lummanum
(KP)