Saturday, April 9, 2011

Tjóðleikhúsið loyst úr lagdi, nú ræður um ikki at missa fokus


Á fíggjarlógini fyri 2011 eydnaðist tað loksins at fáa til vega eina játtan upp á 5 mió.kr., so at farast kann undir at fyrireika at byggja ein leikpall til Tjóðpallin. Í mong ár hava at kalla øll tingfólk víst á, at umstøðurnar hjá okkara yrkisleiklist eru so út av lagi vánaligar, at talan er um beinleiðis skomm.

Men mangan vísir tað seg, at tað ongantíð rættiliga liggur fyri at loysa tey mest sjálvsøgdu málini. Tey verða ofta yvirhálað av eldsløkking ella av onkrum, sum bráðfeingis stingur seg upp, og sum als ikki kann bíða.

Tjóðpallurin er nokk ein av teimum stovnum, ið kennir hesa afturvendandi søgu eina best. Og kanska var seinasta leikverk teirra – eitt alvorligt “hint”, at nú er tolið uppi, nú er bíðað nóg leingi eftir...!

Í sambandi við viðgerðina av Saltsiloverkætlanini á Drelnesi og av játtanarkørmunum fyri 2012 og fram til 2016, er tað skilligt, at alt liðið, sum mannar tjóðpallin hugsar, at har fór “Pallurin”.

Men eg haldi ikki, at vit skulu hugsa so, tvørturímóti, skulu vit nú bíta á kampi, og gagnnýta tær játtanir, sum eru á fíggjarlógini í ár, sum koma næsta ár, og árini frameftir, og tryggja at byggiskrá verður gjørd, semja fingin í lag við Tórshavnar Kommunu um staðseting, arkitektakapping útskrivað, byggiprojekt teknað og formulerað, ein kostnaðarætlan gjørd, og at ein verklagslóg verður løgd fyri Løgtingið til samtyktar.

Væl veit eg, at vit ikki byggja ikki eitt tjóðleikhús fyri 7 milliónir í ár og næsta ár, men fyrr enn vit hava eitt meira ítøkiligt projekt, ber heldur ikki til at meta um tey røttu tølini.

Tá allar hesar fyrireikingar eru gjørdar – og tað nýtist ikki at taka so langa tíð - tá eru fyritreytirnar fyri tingsins viðgerð av einum nýggjum tjóðleikhúsi heilt øðrvísi. Tá ivist eg onga løtu í, at vit hava eitt projekt, sum eingin hevur ráð ella samvitsku til at siga nei til.

So nú ræður um ikki at missa fokus. At vit hava loyst málið um okkara tjóðleikhús úr lagdi, er ein týdningarmikil táttur í mentanarpolitikkinum.

Bygginenevnd at fyrireika byggingina av tjóðleikhúsi til Tjóðpallin er sett og farin til verka, og í seinasta lagi 1. juni 2011 skal nevndin handa landsstýriskvinnuni sína frágreiðing og sítt tilmæli.

Helena Dam á Neystabø
landsstýriskvinna í mentamálum