Kórið Sólarmagn
Wednesday, April 27, 2011
Várkonsert við Sólarmagn
Tað verða fløvandi svenskir vísu- og jazztónar, ið fara at ljóma millum gamlar veggir leygardagin klokkan fimm. Tá fer kórið Sólarmagn at hava eina várfegna framførslu í Müllers Pakkhúsi í Havn. Kórið venur í Sólarmagn á Velbastað, har eisini fleiri av kórlimunum búgva, m.a. kórleiðarin Fróði Sandoy. Skráin er sett saman av verkum hjá m.ø. Olle Adolphson og Lars Gullin. Síðstnevndi var svenskur saxofonistúrmælingur og tónaskald, ið smíðaði framúrskarandi løg sum t.d. Kärlekens ögon, sum Gunnar Eriksson hevur lagt til rættis fyri kór. Gunnar Eriksson, professari og kórleiðari hevur eisini lagt mong av hinum løgunum til rættis og tað er somuleiðis hann, ið hevur funnið uppá at seta bíbliutekstir hjá eitt nú prædikaranum til jazzløgini hjá Gullin. Bæði Gunnar Eriksson og Olle Adolphson hava verið í Føroyum í musikalskum ørindum. Olle Adolphson var fólkakærur vísusangari og tónaskald við ansi fyri tilverunnar fjálgu stundum, sum hann hevur tulkað í ógloymandi sangum sum t.d. Nu har jag fått den jag vill ha og Nu kommer kvällen. Onkur tóni verður vónandi bláur og huglagið verður sorgblítt viðhvørt, men alt í alt rokna vit við, at fólk fáa eina hugnaliga løtu sama við Sólarmagn og dugnaligu tónleikarunum, Kim Christensen (klaver) og Paula Hansen (gittar). Konsert við Sólarmagn. Müllers Pakkhús 30/4 kl.17.00. Atgongumerki á 50 krónur verða seld við dyrnar.
Labels:
Tíðindaskriv,
Tónleikur