Tuesday, April 19, 2011

Í áðni


í áðni
tá eg var lítil
við spann og spaka og trillibøru
skapti hús og kirkju úr mold og sandi
gav maðkunum eitt heim

tá eg eri her aftur
síggi eg at maðkarnir
vóru líka langir sum lívið sjálvt
og sleitst tú teir í tvey
vóru teir líka langir
sum tíðin tú hevur eftir
bæði aftur- og frameftir
um tú grevur og grevur
niður í barndómin
ella fram í ellina
at finna tað rætta orðið
sum er eldri enn alt
og yngri enn einki
meðan dómadagur nærkast
han sum altíð hevur verið
eldri enn orðið

Myndin er tikin av eini hurð í Steinprenti við einum prenti hjá Tóroddi Poulsen, sum somuleiðis eigur orðini í yrkingini á s. 9 í Rend.