Á myndini eru frá vinstru: Páll Danielsen, Katrin Bonde, Jóan Petur Hentze, Mikkjal Helmsdal, Elsa Johanna Høgenni, Lydia Didriksen, Helena Dam á Neystabø, Hilmar Joensen (vantar á myndini)
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur valt nýtt Leiklistaráð, sum tekur við 1. mai 2011. Leiklistaráðið verður valt fyri trý ár í senn og telur sjey fólk:
• Mikkjal Helmsdal, formaður, tilnevndur av landsstýriskvinnuni
• Elsa Johanna Høgenni, tilnevnd av landsstýriskvinnuni
• Hilmar Joensen, eftir tilmæli frá Meginfelag Áhugaleikara Føroya
• Lydia Didriksen, eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya
• Páll Danielsen, eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya
• Jóan Petur Hentze, eftir tilmæli frá Tórshavnar býráð
• Katrin Bonde, starvsfólkaumboð fyri Tjóðpall Føroya
Leiklistaráðið virkar sum stýri fyri Tjóðpall Føroya. Ein av uppgávum Leiklistaráðsins er at seta stjóran fyri Tjóðpallin. Leiklistaráðið hevur harumframt aðrar yvirskipaðar uppgávur í sambandi við yrkisleiklist og leiklist sum heild. Limirnir í Leiklistaráðnum skulu hava kunnleika til mentan og palllist.
Søgan um yrkisleiklistina í Føroyum er long. Longu í 1977 var fyrsti yrkissjónleikabólkurin “Gríma” stovnaður. Í 1989 hevði hetta listaliga virksemið prógvað sítt virði so væl, at Leikpallur Føroya varð stovnaður. Í 2003 varð so lógin um Tjóðpall Føroya samtykt, og tað er í hesi lóg, at reglurnar fyri virksemi Leiklistaráðsins eru ásettar.
Á samkomu í Mentamálaráðnum fyri nývalda og fráfarandi Leiklistaráðnum vísti landsstýriskvinnan m.a. á, at undanfarnu Leiklistaráð hava lagt stóra orku í at skipa Tjóðpallin og leiklistina yvirhøvur og hava verið við til at leggja lunnar undir tey stóru listarligu avrik, sum hava ríkað okkum seinnu árini. Stór orka hevur eisini verið løgd í arbeiðið at slóða fyri einum leikhúsi, ið kann vera hóskandi karmur um hetta listarliga arbeiðið, ið hevur ment seg síðani 1977. Í dag, 34 ár seinni, er ikki komið á mál við hesum. Landsstýriskvinnan fegnaðist um, at fyrsta játtanin til endamálið nú er fingin til vega, og tað verður ein av nógvu uppgávunum hjá nýggja Leiklistaráðnum at fullføra hesa verkætlan.