Monday, April 25, 2011

Flagglist

Jasper Johns: Trý fløgg. 1958

Amerikanski listamaðurin Jasper Johns fekk íblásturin til sínar flaggmyndir úr einum dreymi, har hann sá seg sjálvan mála eina stóra mynd av einum amerikanskum flaggi. Eftir hetta kom ein long røð av flaggmyndum, sum høvdu so stóra ávirkan og so stóran autoritet, at tey fingu hann til at frásiga sær øll síni eldru verk - hann oyðilegði tey, hann sjálvur átti og keypti systematiskt inn verk hjá sær sjálvum við tí fyri eyga at oyðileggja tey. Ótilvitaði dreymurin um myndina bleiv til eitt tilvitað hugskot um, at fløgg bara vera sæð og ikki hugd eftir. Tá flaggið verður til list verður tað fatað á ein annan hátt eins og listin eisini lænir eitt sindur frá útstrálingini og týdninginum hjá flagginum. "Everyone is of course free to interpret the work in his own way. I think seeing a picture is one thing and interpreting it is another", segði Jasper Johns.


Tóroddur Poulsen: Hjólveldi. 2005


Í myndini hjá Tóroddi Poulsen verður flaggið formað av longum røðum av súkklum í bláum og reyðum, sum møta figurum, objektum og orðum. Á sama hátt sum flaggið hava eisini føroyska troyggjan og orðini fleiri síðir, tey eru myndalutir, tey eru náttúrlig tekin og tey eru væl kend og týdningarmikil symbol. Sum myndaliðir skapa tey eitt sterkt estetiskt úttrykk, ið tykist kollasjukent, sum tekin samskifta tey við okkum og skapa eina rúgvu av týdningarmøguleikum og sum vælkend symbol skapa tey eitt mentanarliga treytað rúm og upprætta konventiónir fyri týdningin. Aftrat hesum torgreidda samskiftinum leggur listamaðurin eina ironiska frástøðu til persónliga og kensluborna innihaldið, bæði gjøgnum heiti og innihald. Men álvarsemi verður eisini skoytt uppí við at geva kætinum brá av óhugna, tá ivi verður skaptur um hvørt munnurin hjá figurunum er formaður til hugagóðan sang ella eksistentiel skríggj.



Marius Olsen: Landslag við flaggstong. 1994

Í verkinum hjá Marius Olsens er flaggið eitt politiskt symbol. Í einum friðsælum, men eitt sindur avskeplaðum, føroyskum bygdalandslagi, reisir ein flaggstong seg sum eitt skríggjandi tómrúm, ið sker landslagið á hol. Henda myndin er innrammað av 24 fløggum, sum áskoðarin hevur at velja í millum til tess at fylla tómrúmið í myndini við. Merkið er ein av teimum 24 symbolsku møguleikunum fyri at skapa ein tjóðskaparligan samleika, men her sæst eisini danska flaggið og tað ísraelska og tað tað europeiska flaggi fyri ikki at tala um nazistaflaggið. Verkið er genialt, tí tað ber sera greiðan boðskap samstundis sum tað er opið. Innan politiska list síggja vit ikki ofta tílíkt bland av fleirtýdni og einum greitt formidlaðum boðskapi og tí brennur myndin seg fasta á sjónarhinnuna.

(IS)