Fyri at finna list, ið er mest effektiv til endamálið fari eg at skjóta upp, at man ikki leitar í samtíðarlistini. Samtíðarlistin er fantastisk, men hevur ikki sum fremstamál at fáa okkum út á eitt eskapistiskt síðuspor. samtíðarlistin verður mest mett í mun til um hon er ørkymlandi, avbjóðandi og akutt og avgjørt ikki út frá hennara evnum til at skapa eina rýmingarleið frá gerandisdegnum. Eskapistiska listin hevur í grundini fingið ringt orð á seg sum bíligt undirhald og tað er hon eisini ofta. Tað er sera vanligt, at skemt, kanska serliga speisemi verður nýtt sum eitt slag av eskapismu í samtíðarlistini, eins og spælið við markið millum veruleika og óveruleika ofta kemur fyri, og tað verður enntá eisini fríggjað til transcendens o.t. í pørtum av samtíðarlistini. Men tann grípandi og forførandi eskapistiska listin er kortini als ikki frammi í løtuni. Tað var hon tíbetur einaferð;
hyggið bara her:
Barocci
Velazquez
Rubens
Caravaggio
Rubens
Rubens
Rembrandt
Rembrandt
Vermeer
Caravaggio
Velazquez
Vermeer
(IS)