Teir báðir, Ólavur Rasmussen og Mikkjal Helmsdal vóru í Refleksjón í sjónvarpinum í gjárkvøldið og kjakaðust um SALT. Á Facebook ljóðaði onkur viðmerking aftaná, at Mikkjal vann kjakið og tað gjørdi hann helst, tí hansara atfinningar móti verkætlanini vóru sakligar í tí sera maskulina, ágangandi kjakinum, har eingin ivaðist serliga nógv í nøkrum sum helst. Ólavur Rasmussen tóktist kroystur onkursvegna og tað er spell og kanska er tað eisini óneyðugt. Tað er jú hann, sum í løtuni stendur við tí langa endanum, við milliónunum og haraftrat er SALT eisini í politiskum undanvindi. Hví ikki leggja revolvararnar, ganga atfinningunum á møti og siga: ókey, so seta vit ein professionellan mentanaraktør at skipa og hugsa innihald í verkætlanina? Ein annar feysbukkari segði í gjárkvøldið eina lítla søgu, sum ikki nýtist snúgva seg um SALT: "Tað er ómøguligt, segði Ivin, tað er ov vandamikið, segði Ræðslan, Tað er óneyðugt, søgdu Vitið og Skilið - Ger tað kortini, teskaði Hjartað.....".
(KP)