Grundgevingin fyri broytingina er nýggja avtalan við danska kenslumálráðið, ið viðurkennir føroyskt sum førleikagevandi móðurmálslærugrein á jøvnum føti við móðurmálslærugreinir í øðrum Norðurlondum. Vit fegnast um viðurkenningina, sum føroyskt loksins hevur fingið. Vit skilja tó ikki, at hetta skal vera orsøk til at taka av danskt sum lærugrein.
Danskt inniheldur undirvísing í bókmenta-, lista- og mentanarsøgu, sum ikki beinleiðis kann flytast í føroyskt. Henda undirvísing er neyðug fyri at geva næmingunum innlit í europeisk bókmentalig og hugsjónarlig rák, ið ikki eru umboðaði í føroyskum bókmentum, hvørki upprunaligum ella týddum. Eisini føroysktlærarar vísa á týdningin í hesum, og nýggj phd-ritgerð hevur útgreinað hesi viðurskifti. Undirvísingin í donskum er tískil ein týdningarmikil liður í tí almennandi partinum av studentsútbúgvingini, sum annars tykist vikna í nýggju skipanini.
Danskt gevur næmingunum førleikar at samskifta bæði í skrift og talu í øllum Norðurlondum, gevur teimum lætta atgongd til norðurlendsku mentaninar, og er ein sera týdningarmikil málsligur førleiki hjá teimum mongu av næmingunum (uml. 80-90%), sum velja at lesa í Danmark. Í viðgerðini av málinum higartil hevur mest verið víst til universitetsútbúgvingar, men ein stórur partur av næmingunum taka professiónsútbúgvingar, og eisini har er førleikin í donskum týdningarmikil.
Í Íslandi er danskt kravd lærugrein bæði í fólka- og miðnámsskúlum. Á málsligu deild í íslendsku studentaskúlunum er danskt kravd lærugrein í 3 ár. Í fjør heyst vóru umboð fyri dansktlærarar í Íslandi á vitjan í Føroyum fyri at kunna seg um undirvísingina í donskum í studentaskúlunum í Føroyum. Tørvurin á undirvísing í donskum hevur verið vaksandi í Íslandi, m.a. tí fleiri og fleiri íslendskir ungdómar velja at taka útbúgving í Danmark og øðrum Norðurlondum. Sambært heimasíðuni hjá Háskóla Íslands velja 65% av teimum íslendingum, sum ætla at lesa uttanlands, at fara til onnur Norðurlond, og av hesum fara 60% til Danmarkar. Ísland er ikki eins tætt knýtt at Danmark og Føroyar, og tí tykist tað løgið og ørkymlandi, at meðan Ísland sum sjálvstøðugt Norðurland arbeiðir við at menna lærugreinina danskt, taka vit lærugreinina av. Hvørki íslendingar ella føroyingar duga danskt av sær sjálvum, og hvørvur danskt sum lærugrein í føroysku skúlunum, fer tað at taka nógv ár at byggja førleikan í donskum uppaftur.
Í øllum Norðurlondum læra tey mál, sum gera tey før fyri at samskifta lætt og neyvt í norðurlendskum høpi, t.v.s. at lærugreinir í skandinaviskum málum eru kravdar í miðnámsskúlunum í øllum Norðurlondum (finnlendingar hava svenskt, íslendingar danskt, grønlendingar danskt o.s.fr.). Tað fer at tykjast margháttligt, um vit - sum tey einastu - velja eina heilt aðra kós at avmarka okkum til enskt.
Harumframt fer tað at fáa avleiðingar fyri støðið í donskum á Læraraskúlanum og í undirvísingini í fólkaskúlanum, um lærugreinin verður tikin av í studentaskúlunum og HF-skeiðunum og á handilsskúlunum. Hesar avleiðingar kunnu gerast álvarsligar, tá vit hugsa um, at føroyska skúlaskipanin framvegis í stóran mun er treytað av donskum undirvísingartilfari, serliga á miðnámsskúlastigi.
Tað er framvegis brúk fyri undirvísing í donskum í føroyskum studentaskúlum og HF-skeiðum og á handilsskúlum. Nýggja avtalan við danska kenslumálaráðið broytir ikki hetta, men vit hava nú møguleikan at skipa innihaldið í lærugreinini eftir okkara egna tørvi. Okkara tilmæli er tí, at ein nevnd verður sett at viðgera, hvussu innihaldið í lærugreinini danskt skal skipast í nýggju føroysku skipanini.
Við virðing
Dansktlærarar í føroysku studentaskúlunum og HF-skeiðunum og handilsskúlunum
Arnfinnur Thomassen, Marie-Luise Christensen, Birgit Jacobsen, Eivin Simonsen, Nikolina Olsen, Turid Thomsen, Ann Ellefsen, Bjørg Róin, Vár í Ólavsstovu, Gerda Poulsen, Hanne Jacobsen, Rasmus Wiin Larsen, Dorthe Pedersen, Kinna Poulsen, Rakul Napoleonsdóttir Joensen, Hanus Kapilin, Bergur Djurhuus Hansen, Sanna Maria Klein, Hans Andreas Dam Joensen, Randi Benedikte Mohr, Malan Poulsen.