Modernaða myndlistin hevur frá byrjanini verið í støðugari mótstøðu til ta etableraðu listina og tað vil eisini siga seg sjálva. Eitt tílíkt rák er eyðvitað merkt av nógvum og títtum uppreistrum, men fyrsti listamaðurin, sum gjørdi uppreistur ímóti avantgardismuni sjálvari var franski listamaðurin Marcel Duchamp (1887-1968), sum í 1918 sendi eina vesikummu við heitinum Fontaine og sum hann hevði signerað R.Mutt inn til eina listaframsýning. Tað er freistandi at síggja hesa gerð sum part av náttúrligari menning frá Picasso og hansara leggjan dent á tað intellektuella, á hugskotið í listaverkinum fram um veruleikaeftirgerð og handaverk. Einki er at ivast í, at provokatiónin hjá Duchamps fekk stóran týdning fyri framtíðarlistina, t.d. minimalismu og konseptlist, men hansara readymades vóru upprunaliga ætlað sum rein provokatión móti einum listaumhvørvi, sum hann helt vera falskt og fult av hyklarum. Við vesikummuni m.a. vildi hann vísa á, at hesir gerandislutir høvdu fult so gott listarligt virði sum tað talentleysa skramblið, sum hansara samtíðarlistafólk sýndu fram í avantgardismunar heilaga navni. Eftir hansara meting var avantgardisman ikki longur eksperimenterandi, men forútsigilig. Við øðrum orðum var avantgardisman blivin akademisk.
Um somu tíð sum Duchamp lanseraði vesikummuna, kyknaði myndlistin so smátt í Føroyum í byrjanini av 20.øld. Men her var eingin avantgardisma, ei heldur nøkur list yvirhøvur at gera uppreistur í móti. Kristin í Geil og aðrir fagnaðu okkara náttúru í tjóðskaparromantiskt grundaðum landslagsmyndum og náttúran hevur sum kunnugt spælt ein ómetaliga stóran og eftirhondini eisini troyttandi stóran leiklut í føroysku listini síðan byrjan.
Royndirnar hjá Duchamp og dadaistunum við readymades og objet trouvé vóru upplop í mun til installatións- popp- og konseptlistina, sum ikki av álvara tók dik á seg fyrr enn í 60´unum. Listafólk fóru at brúka ymsar ídnaðargjørdar lutir, sum tey pallsettu listarliga í einum rúmligum umhvørvi, sum áskoðarin við øllum sínum sansum kundi vera ein partur av. Ætlanin var at káma markið millum verk og áskoðara soleiðis, at áskoðarin ikki einsamallur kundi seta mark millum list og veruleikan.
Innan konseptlistina er listin ikki longur tilfarslig, men snýr seg um konseptið ella um hugskotið við listaverkinum. Hetta hugskotið verður miðlað áskoðaranum via t.d. film sum videolist. Vit hava bert sæð hendinga dømi um konsept- ella hugskotslist í Føroyum men millum tey yngru listafólkini eru fleiri, sum arbeiða hendavegin, t.d. Unn Joensen og Jóhan Martin Christiansen tykist hugskotslistin verða tikin fram um málningalistina og tað er at gleðast um, tí okkara fatan av myndlistini er alt ov fábroytt og gamaldags.
Videolist hevur fingið sítt heitið frá betamax og vhs videobandinum, sum var brúkt áðrenn teldutøkni gjørdist algongt. Videolistin er ikki løtt at definera, tí hon fevnir rættiliga breitt og kann vera t.d. filmað myndlist ella filmað performance og stuttfilmir við og uttan hendingagongd.
Góðskustøðið innan hesi listasløg er sjálvsagt eins ymiskt og tað er innan málningar, grafikk og alt annað. Best eru verkini, ið tøkniliga hvíla í sær sjálvum eins og tey ikki kundu verið úttrykt á annan hátt enn júst við teirra miðli. Eg hevði unt okkum føroyingum nakrar ordiliga góðar konsept/installatións/videolistaframsýningar t.d. við verkum sum hesum báðum videolistaverkunum, sum bæði eru lutfalsliga einføld. Tað fyrra hjá amerikanska listamanninum Bill Viola er frá 1977 og tøkniliga duga vit betri í dag, men listarliga er filmurin enn spennandi við sínum hvørvisjónspæli og speglingum. Tað er sveisiska listakvinnan Pipilotti Rist, sum hevur gjørt hitt videolistaverkið, har byrjanarreglan í Beatles-sanginum Happiness is a warm gun verður endurtikið upp í saman av teirri ørliga dansandi listakvinnuni við berum bróstum. Eitt verk, sum er stuttligt, ørkymlandi og rørandi alt í senn. Eftir ætlan fara vit at leggja fleiri videolistaverk á listabloggin í næstum.