Mentan og list er vorðið til mentan og undirhald
Týsdagin 12. apríl fekk Kringvarp Føroya nýggja heimasíðu. Ógvuliga leingi hevur verið bíðað eftir henni. Nú hon er komin, kann róliga sigast, at úrslitið er ikki so galið. Snotilig er hon, og lætt er at finna fram til tilfarið ein ynskir at hoyra ella síggja.
Almenni tænastusáttmálin hjá Kringvarpi Føroya hevur skundað undir, at KVF hevur fingið eina tíðarhóskandi heimasíðu, ið skal nøkta allar áskoðanir, ið vanligi og óvanligi føroyingurin hevur.
Tó fór at flykra fyri eygum mínum, tá ið eg sá á bjálkanum, har høvuðsdeildirnar og senditilfarið liggur, at har stendur: “MENTAN OG UNDIRHALD”. Vanligt er alla aðrastaðni, at sigur tú mentan, so fylgir orðið list við. Hetta vilja heimasíðuskaparar kringvarpsins eyðsæð ikki. Helst tí, at “list” er vorðið eitt slíkt orð, ið nógvir føroyingar halda skal forbjóðast saman við aldargamla siðinum at fleyga lunda. Vælsignaði sigi ikki orðið list, tí at so fer alt vit og skil úr fólksliga heilanum á vanliga føroyinginum. Við hesum eru heimasíðuskapararnir í KVF farnir at dyrgja eftir lægsta felagsnevnaranum, tí at teir meta, at í høvdinum á hesum lægsta felagsnevnara, er ongin listarligur smakkisansur, at hesin smakkisansur hevur sett seg í reyvina, ið er skapt til at sita á og verða undirhildin. Um KVF ikki skal dyrka fagurfrøðiliga útrykkið í allari sínari breidd, ið kann verða mentanargjørt í høvdinum á tí, ið lurtar, so havi eg misskilt almenna tænastusáttmálan hjá Kringvarpi Føroya. Øll verða undirhildin úr einum enda í annan og allan dagin á tamb – undirhildin við lættisoppatilfari, har æraði lurtari og síggjari, hvørki nýtist at hugsa ella tala. Uppgáva kringvarpsins er millum annað at geva fólki okkurt at hugsa um, og orsaka at eg siga so, men dagsskráirnar hjá bæði ÚF og SVF eru proppaðar við tilfari, ið eggjar fólki til IKKI at hugsa ein einasta tanka og ei heldur eggjar til at djúphugsa um tað, sum sent verður.
Á sama bjálka, við síðuna av “Mentan og undirhald”, stendur “TÓNLEIKUR”. Er tónleikur ikki bæði list og undirhald? Tá ið KVF á heimsíðuni býtir listina sundir í undirhald og tónleik, so skilji eg slett onki. Skal so bara tónleikur verða spældur, ið vendir sær til lurtaran, ið bara dugir at verða undirhildin við poppsangi, ið varir tveir og ein hálvan minutt?
Hetta er ein keðilig gongd, at øll skulu undirhaldast í staðin fyri at upplýsast. Tann parturin í almenna tænastusáttmálanum, ið hevur til endamáls at upplýsa og læra føroyingar eigur at koma til sjóndar á ovasta bjálkanum, heldur enn at vísa Føroya fólki, at vit eru eitt kringvarp, ið heldur vil undirhalda við lættisoppatilfari enn at upplýsa við granskandi og mennandi tilfari.
Hvar hoyrir ein sending sum “In Mente” til? Er tað undirhald? Nei, tað er ikki ein undirhaldssending. Tað er sending, ið viðger og lýsir føroyska og altjóða list. Hvar skal “Reflektión”? Tað er ein mentannarsending, ið viðger list.
Vinaliga gerið handa bjálkan greiðari. Strikið “Tónleikin” á bjálkanum, og setið tit í staðin “Mentan og list”, so er onki at taka feil av.
Oddfríður Marni Rasmussen