Saturday, April 23, 2011

Hugtakandi concert við Tórshavnar Kamarkóri

Ummæli: Sámal Matras Kristiansen

Tað var við stórum áhuga at vit Langafríggjadag trillaðu út á Toftir at hoyra Kamarkórið & co framføra verk eftir Fauré og Mendelssohn. Tað er sera forkunnugt at hoyra tónleik eftir hesum báðum tónaskøldunum, so tað ræður um at nýta høvið, tá tað býðst.

Tíverri er tað ofta soleiðis í Føroyum, at fólk setast aftur heldur enn at fara avstað, tá okkurt slíkt tiltak er á skránni – serliga tá concertir verða lagdar í Eysturoynni, har tað tykist vera trupult at skapa áhuga fyri nógvum øðrum enn at sparka rundar leðurkúlur. Men hetta var ein frálíkt valdur dagur at leggja eina concert, ið m.a. umfataði eitt Requiem. Sjálvandi skal eitt Requiem syngjast Langafríggjadag, tí tá eru fólk onkursvegna andaliga predisponerað til slíkan tónleik.

Og Fríðrikskirkjan var eisini næstan hálvfull, hóast eg hevði óttast, at bert fá fólk fóru at koma. Tað snilda við bonkunum í Fríðrikskirkjuni er, at rygglenið kann takast av og setast hinumegin beinkin, soleiðis at áhoyrarnir venda móti orglinum. Hetta høvdu fyrireikararnir gjørt við umleið helvtina av bonkunum, og teir vórðu stórt sæð fyltir av áhoyrarum, ið komu heilt frá Tórshavn, Vágunum, Sundalagnum, Fuglafirði – og sjálvandi Skálafjarðarøkinum. Eg ivist tó í um nakar var úr Norðuroyggjum.

Góð kirkja at syngja í
Kamarkórið syngur somu concertina í Vesturkirkjuna 23. apríl, men eg valdi Fríðrikskirkjuna fram um, bæði tí tað var Langifríggjadagur, tí eg var í Eysturoynni og tí mínar egnu royndir siga, at Fríðrikskirkjan er betri at syngja í enn Vesturkirkjan.

Tað vísti seg at vera eitt gott val, tí longu í fyrsta stykkinum hoyrdist tað frálíka, javnvigandi ljóðblandið, har Kamarkórið høgrumegin orglið og eitt strúkiensemblið vinstrumegin orglið ljómaðu hvørt annað upp til eina fína framførslu. Eg sat gaman í væl fyri miðskeiðis í kirkjuni, so tað hevur eisini gjørt sítt fyri mítt upplivilsi. Harumframt skal sigast, at Cantique de Jean Racine eftir Fauré er eitt rættiliga takknemligt verk at framføra, so man verður næstan seldur líkamikið hvat.


Mendelssohn tyktist keða kórið

Eg lurti javnan eftir Kamarkórinum, og tað er hugaligt at hoyra, at tað er í støðugari menning. Gandadrykkurin er heilt víst Bernharður Wilkinson, ið megnar at stýra kórinum mundandi betri enn undanfarnu kórleiðararnir. Og tó, so stríðist Bernharður eisini fyri at halda kórinum upp, tí tað hevur tíverri lyndi til at missa focus viðhvørt. Serliga trupult gjørdist tað á hesari concertini, har kór, og strúkarar stóðu hvør sínu megin orglið, meðan Bernharður skuldi halda contact við allar tríggjar partar.

Næsta verkið á skránni var “Hear My Prayer” eftir Mendelssohn, og tað vóru serliga teir báðir sopransolistarnir Anne Mette Greve Klemensen og Arina Bischoff, ið tóku uppmerksemið. Anne Mette, ið er prestur í Fuglafjarðar kirkju, hevði ikki sín besta dag, og sang ikki so sannførandi sum hon mangan hevur gjørt áður. Hinvegin tyktist Arina at hvíla í sær sjálvari, og var eitt fragd at hoyra. Eitt, ið tó irriterar meg markleyst, er at hon stóð uttan mappu, meðan øll hini í kórinum stóðu við mappu. Tað kann tykjast smáligt at nevna slíkt, men tá man framleiðir eitt so dygdargott produkt sum Kamarkórið framleiddi hendan Langafríggjadagin, er tað spell at slíkt skal dálka ta annars so góðu heildarmyndina.

Mendelssohn er av egnum royndum eitt sindur møtumikið at koma gjøgnum, og her er vert at koma inn á eitt annað critiquepunkt viðvíkjandi Kamarkórinum. Tað tykist snøgt sagt sum kórið hevur lyndi til at missa áhugan í tónleikinum, tá talan ikki er um bombastiskar ella dramatiskar passasjur. Men soleiðis má eitt kór sjálvandi ikki hugsa, tí tað er minst líka umráðandi eisini at halda intensitetin, tá tónleikurin verður meiri spakur og inniligur.

Requiem – góð, men blandað góðska

Fauré hevur skrivað eitt rættiliga gott Requiem, tó at tað sjálvandi livir eina skuggatilveru í mun til Requiem hjá m.a. Mozart og Verdi. Byrjunarsatsurin “Kyrie” var ikki so væl frágingin, ja tyktist heldur stetlandi viðhvørt. Serliga vóru tað strúkararnir, ið ikki vóru sannførandi. Kanska vóru tey undirmannað, men í hvussu er tyktist sum um tey áttu at havt vant ein ella tveir tímar afturat.

Í “Offertoire” fingu áhoyrararnir tó dagsins hæddarpunkt, tá Herfinnur Árnafjall á sannførandi hátt framførdi altarbønina. Herfinnur hevur eina góða og stórbæra bassrødd, ið megnar at bera boðskapin fram til fjøldina. Her upplivdi man veruliga hvussu væl Fríðrikskirkjan megnar at bera sjálvt tær minstu detaljurnar fram í rúmið. Veruliga ein frálík kirkja. Tó má sigast, at kórið ikki var líka nógv við upp á tað í hesum satsinum. Tað tyktist snøgt sagt sum luftin fór úr ballónini sum hesin heldur langi satsurin leið.

Triði satsurin “Sanctus” tyktist tó at hóva kórinum munandi betri, ivaleyst tí hann er lívligari. Kórið ljóðar verulig gott, tá Bernharður hevur vundið tey í gongd, tó at eg haldi, at sopranbólkurin er á einum nakað hægri støði enn restin av kórinum. Tær eru eitt fragd at hoyra, og tann dagin restin av kórinum kemur upp á sama støðið, verður Kamarkórið ikki bara eitt gott, men eitt framúr kór. Eg haldi, at Kamarkórið hevur eitt spennandi potentiali, og eg gleði meg at hoyra hvat Bernharður Wilkinsson kann fáa burtur úr teimum framyvir.

Í “Pie Jesu” slapp enn ein sopran framat við solosangi. Hesaferð Urd Johannesen, og hennara framførsla var eisini hugtakandi, tó ikki framúr. Fimti satsurin “Agnus Dei” var kanska besti satsurin á hesi konsertini, ivaleyst tí at hann er so dramatiskur og hevur so týðiligt orgulspæl, ið kann hugsast at hava inspirerað kórið. Í sætta satsinum “Libera me” slapp Herfinnur Árnafjall aftur fram at sum solistur, og hesaferð var kórið við upp á tað. Tað hoyrdist tó týðiliga, at uttan Herfinn var bassbólkurin munandi skerdur. Kanska hava teir ikki dugað satsin nóg væl og hava tí ikki torað at sungið ígjøgnum. Undir øllum umstøðum haldi eg, at vit mugu krevja, at allir sangarar hava lisið upp á lektiuna, tá teir syngja í einum so ambitiøsum kóri.

Eftir sjeynda satsin “ In paradisum” varð klappað dúgliga av fjøldini. Konsertin vardi bert knappan tíma, og tað er akkurát tað man hevur tørv á ein Langafríggjadag áðrenn nátturða.

Eg vóni, at nógv fólk fara á concertina í Vesturkirkjuni leygardagin 23. apríl. Hetta er vakur og forkunnugur tónleikur, og Kamarkórið er sera væl egnað til at framføra hetta slagið av “meðalstøddar”-tónleiki. Eg gleði meg til at hoyra meiri frá teimum í framtíðini. Eg haldi bara, at um man vil framføra eitt verk sum hetta, eigur man at investera eitt sindur meiri í instrumentalistarnar. Teir skulu vera fleiri í tali og fáa meiri tíð at venja.

Góðar páskir.

Sámal Matras Kristiansen