Men júst av hesi orsøk gerst áskoðarin stórliga bilsin, fer han nærri og fær hugsavnað seg um sjálvar myndirnar. Myndirnar eru ikki frá sjeytiárinum, men frá fimtiárunum og tær tykjast ómetaliga frískar og ógamlar. Her verður tær opinberað listarlig góðska av sjáldsamari karat. Tað er ikki at leypa framav at siga, at tað býr eitt býr eitt satt ríkidømi av listarligari dygd og djúpum menniskjatokka í hvørjari tí einastu av teimum mongu framsýndu prentunum . Tó, at bæði hálvtrýssara- og hálvfjersarasosialisman langt síðani er farin framvið, snýr eisini okkara tilvera seg um okkum einstaklingar, ið so ella so skulu passa inn í ta heild, sum vit nevna samfelagið.
Palle Nielsen er danski grafikarin yvir allar grafikarar og orsøkin til hetta heiðursplássið í danskari listasøgu síggja vit alt fyri eitt á framsýningini t.d. í mun til hvat hann fær burtur úr svørtum og hvítum. Hann livdi frá 1920 til 2000 og myndarøðin Orfeus og Eurydike sum verður framsýnd í Steinprenti í løtuni, verður mett sum eitt av hansara høvuðsverkum. Mytologiskt klingandi heitið kann tykjast ørkymlandi, tí hesar myndirnar eru greidliga modernaðar bæði í stíli og innihaldi, t.d. ímynda tær eitt modernað stórbýarrúm.
Á myndini, sum Steinprent hevur brúkt til plakat, sæst ein monumentalt runt bygningsverk í miðjuni av einum størri rundum bygningi, sum vit hóma í bakgrundini. Frá hesum bygningi síggja vit einstaklingar ganga fram á sama hátt sum tey í blinda liðnum hjá Matras, hvør sína leið úr myndarúminum, út móti áskoðaranum: "Eingi hóma miðið, fram bert ganga...". Klassiskir bygningar hava ofta eitthvørt avklárað, stórbært ella beinleiðis guddomiligt brá, men soleiðis er ikki við hesum bygingi, tó at hann í grundini er borin upi av súlum eins og rómverskir og grikskir tempulbygningar. Orsakað av perspektivinum, sum er sera lágt, fær bygningurin eitt næstan hóttandi úttrykk sum hann hevjar seg mót himni, eins og káplarnir, sum ganga út frá bygninginum, sýnast strekkja seg út móti áskoðaranum sum eiturkoppanót.
Palle Nielsen sker ein heim í linoleum, sum við sínum strikum, prikkum og mynstrum er dekorativur og vakur, samstundis sum hann tykist marrukendur, paranoidur og dystopiskur. Hann sýnist eisini deprimerandi aktuellur bæði lokalt og globalt. Nógva staðni í heiminum er kríggj og ótrygg viðurskifti, eins og bæði einsemi og sosialur ójavni eru áleikandi trupulleikar í dagsins samfelag.Vit mugu eisini ásanna, at Amerika í tí stilla hevur vunnið mentanarkollveltingina, ikki minst í mun til okkara ungu, sum eftir øllum at døma ikki kunnu ímynda sær betri bita enn burgaran, samstundis sum hernaðarlig álop á t.d. Libya verða góðtikin sum sjálvsagdur lutur. Amerika er John Wayne, heimsins sjeriffur og vit eru øll í John Waynesa parti, men tá tað kemur til Kina verður ikki eins kvikliga trilvað eftir revolvaranum. Kendi kinesiski listamaðurin og systemkritikarin Ai Weiwei hevur nú skjótt verið horvin eina viku síðan hann sunnudagin varð handtikin av kinesisku myndugleikunum. Hansara verk Sunflower Seeds, sum er myndað av meira enn 100 mió av sólblómufræum í postalíni, er í løtuni framsýnt í Tate Modern í London. http://www.cbc.ca/thecurrent/episode/2011/04/06/ai-weiwei/
Antin tað snýr seg um sólblómufræ, postalín ella linoleumsskurð, vekir tílík líst systemkritikaran í okkum øllum. Hetta er list, sum ger okkum tilvitað og klókari uppá tilveruna og sum er merkt av einum hugburði, sum minnir okkum um, at tað at vera sosialur snýr seg um eina grundleggjandi menniskjansligheit við ansi fyri teimum viðurskiftum og teirri samveru, sum vit menniskju hava saman við hvørjum øðrum.
Framsýningin Orfeus og Eurydike verður at síggja í Steinprenti á Skálatrøð fram til 16.apríl. Pauli Nielsen helt upplatingarrøðuna: http://listinblog.blogspot.com/2011/04/nkur-or-um-palle-nielsen-og-myndarina.html
(KP)