Eg seti inn nakrar myndir frá Sandoyarferðini, sum eisini var karmur um venjingarlegu hjá kórinum, ið gisti í ungmannafelagshúsinum Sólarris. Hugvekjandi at sandoyingar hava fingið eitt tílíkt felag og hús upp at standa í Húsavík 1943. Síðurnar úr fyrstu gerðabók felagsins hanga í salinum og eru tær ikki minni áhugaverdar.
Sum skilst er endamálið við húsinum fyrst og fremst at hava eitt stað har ungdómur kann savnast "til samanhalds fólki og fosturlandi til frama". Í øðrum lagi ynskir felagið at skapa hug fyri føroyska flagginum og triðja punktið, punkt ð snýr seg um móðirmálið: "eftir førimuni í dagligari talu og skrift at leggja dent á at nýta tað væl og vandaliga". Idealistisku orðingarnar eru skrivaðar við ómaksfullari skrift í eyðmýkt og virðing fyri tí máli, sum verður nýtt. Eg havi ongantíð verið fortalari fyri at fara aftur í tíðina, tí eg ivist ikki í, at alt er betri í dag og í morgin enn tað var fyrr, men eg haldi, at okkum møguliga tørvar eitt lítið sindur av hugburðinum frá hasi tiðini. Eitt sindur av treiskni og ósjálvsøkni kundi verið tiltrongt. Eri í øllum førum um at sálast av teimum mongu føroyingunum í útlegd, sum siga seg ikki tíma heim, tí tey halda, at føroyska samfelagið hevur ov lítið at bjóða. -Í Føroyum eru ov fá tilboð og bara ein biografur og tað er lættari at vera til í Keypmannahavn osfr...
Rætt er, at nógv er eftir at gera. Men í staðin fyri at sita hendur í favn í Keypmannahavn ella aðra staðni og bíða til støðan batnar, kundi tað verið eitt hugskot at komið heim til hetta fantastiska landið og hjálpt til eftir førimuni at betra um samfelagið.
(KP)