Monday, April 4, 2011

Kvøldvísa um summarmála


Í dag eru júst 21 ár síðan rithøvundurin Karsten Hoydal andaðist 78 ára gamal. Hann hevur skrivað frálíkar yrkingar sum t.d. Syngjandi grót, Sóljurnar og náttin og øll munu vit kenna Dropan. Fleiri av yrkingunum eru náttúrulyriskar, tær bestu við eini øgiligari, at kalla vitalistiskari megi, har deyðin altíð er hjástaddur í eini ringrás, har tað lítla - ljósrípan, regndropin, blóman osfr. - ber boð um tað stóra í ringrásini, sum vit øll eru partur av. Karsten Hoydal týddi ella enduryrkti eisini nógvar yrkingar, m.a. hesa hjá íslendska Stéfan Hørður Grímsson, sum eg endurgevi her frá bókini Karsten Hoydal Grógvið og gott, yrkingar og týðingar, sum Sprotin gav út í 2009.


Kvøldvísa um summarmála

Yvir royðufjalli
stavar bláhvíta ljósið
frá tendring bleikari á brá.
Út fyri brúnari fjøru
vestfallið spælir
í lognini ljósu
á hørpu í djúpum sjógv
hørpu sum leikar undir
várkvølds slørdansi
dapurt og glaðlynt í senn.
Moldin døkka sum goymir
lík av týndum blómum
blómum sum hond tín nam
aftur er hon fjálg og frísk.

Skýming fellur á eygu
kvøldsins og onnur bláari eygu
handan fyri horvin vár
verða til eitt, renna
saman kvøldið og mynd tín
still og vøkur sum eitt minni
rein og hvít sum ein bøn.