Edward Fuglø tekst ikki einans við eina so sjáldsama listagrein sum tann narrativa málningin, sum er tann søguforteljandi málningurin, ið nærum er farin í søguna í modernaðari list. Hann málar eisini allegoriskar málningar, sum - um tað er gjørligt - er enn meira sjáldsom list.
Ein allegori er ikki heilt tað sama sum eitt súmbol, tí súmbol krevur at verða endurtikið. Sama myndin, t.d. eitt hjarta sum súmboliserar eitt abstrakt hugtak sum kærleika, er mentanarliga givið, og súmbolið verður endurtikið so ofta, at vit øllum uttan trupulleika skilja og góðtaka tað. Hinvegin kann ein allegori saktans vera nakað, ið listafólkið sjálvt finnur uppá. Orðið stavar frá tí grikska orðinum allegorein, sum merkir at siga okkurt annað. Til ber eisini at siga, at tað er eitt slag av hugmynd av einum ella øðrum hugtaki. Á teirra vanliga torgreidda hátt gera dekonstruktivistarnir haraftrat mun á súmboli og allegori við at siga, at súmbolið er meira falskt enn allegoriin, tí tað roynir at vera sannleiki, meðan allegoriin er ærligur falskleiki.
Listasøgan hevur eitt ótal av dømum um allegoriir frá 1400-talinum og heilt til 1900-talið, men í modernaðari list eru allegoriskar myndir sum sagt sera sjáldsamar. Í teimum gomlu allegorisku verkunum síggja vit ofta ymisk hugtøk persónsgjørd, t.d. verður rættvísi ofta í myndlistini lýst við eini kvinnu við bindi fyri eyguni og eini vekt í hondini.
Og tað eru slíkar allegoriskar persónsgerðir, ið Edward Fuglø hevur gjørt í einari nútíðarligari útgávu. Hann ger allegoriir av tí nútíðarliga samfelagnum, har t.d. svanurin er ein allegorisk persónsgerð, ið sæst aftur og aftur. Umframt at vera súmbol fyri tey norðurlendsku londini, er svanurin sambært siðvenjuni eisini eitt súmbol fyri dísarnar, fyri erotikk, fyri tónleik og fyri sólina, men í verkunum hjá Edwardi Fuglø tykist svanurin onkuntíð at vera ein allegori av tí modernaða, fremmandagjørda menniskjanum, og av og á ein allegori av tí yvirsmarta, eintáttaða vinnulívsfólkinum og so aðrar tíðir aftur ein mynd um frælsi ella vakurleika.
Í myndarøðini ‘Tær sjey deyðssyndirnar’ eru eisini fuglar í leiklutinum sum allegoriir. Her er ravnurin sambært Edwardi Fuglø sjálvum tað harða, stýrandi yvirvaldið, tað ónda og slúkna. Tjaldrið er myndin um tað reina, súlan er tað effektiva og hábærsliga, og æðan er tað varna og klombruta.
Verkætlanin hjá Edwardi Fuglø at vekja til lívs aftur allegoriskar myndir er spennandi. Tí har tann súmbolska myndin hevur havt tað gott og trygt orsakað av dreymasúmbolunum hjá Freud, hevur tann allegoriska myndin havt sera trong kor. Verkætlanin er eisini sera stór og umfatandi, tí tað krevur, at tú skapar eitt nýtt mál. Allegoriin er eitt metaforiskt mál, sum ikki er dagført seinastu hundrað árini. Tá tú skal skapa eina modernaðan útgávu av tí metaforiska málinum, verður tú als ikki hjálpt við tí modernaðu listini, ið er merkt av formi, sniði og skapi, og sum er tað ráðandi rákið her á landi.
(IS)
Tíðindaskriv: Merry-Go-Round
Framsýning í Listaskálanum 2. páskadag/flaggdagin 25. apríl 2011 kl. 16.00.
Listasavnið gevur út bókina Edward Fuglø – Verðin í eini fliðuskel, skrivað av Evu Furseth listfrøðingi. Millum annað skrivar hon:
“Mínar myndir eru illustratiónir”, sigur Edward, ið málar fegin stórt og realistiskt við klárum, reinum litum, har løtan er avgerandi. Edward sigur hetta í listasøguligum samanhangi og byggir á ymsar siðvenjur innan surrealismu, popplist, realismu, nýrealismu, superrealismu o.s.fr., har júst tað ítøkiliga listaverkið gerst umráðandi. Samstundis er hesin wauw-liðurin bara fyrsta stig í arbeiðinum; beint undir teimum næstan ósjónligu pensilstrokunum hóma vit røturnar, sum greina seg djúpt inn undir løriftsflatan og leiða okkum til heilt aðrar og óvæntaðar niðurstøður enn tær, vit í fyrstani hildu, myndin snúði seg um."
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, setir framsýningina. Guðrið Hansdóttir framførir tónleikin.
Listamaðurin verður til staðar á ferniseringini. Framsýningin er opin 25. april – 13. juni 2011.