Friday, April 8, 2011

Nøkur orð um Palle Nielsen og myndarøðina “Orfeus og Eurydike”


Røða hjá Paula Nielsen, ið varð hildin 2.apríl til upplating av framsýning í Steinprenti:

Henda myndarøðin, sum til 16. apríl fyllir sýningarhølið hjá Steinprenti, hekk upprunaliga uttanum stóru skjótihurðina sum var inn í Læraraskúlahøllina. Tá ið gongin uttanfyri høllina í 80-áunum varð gjørd til bókasavn, varð stóra skjótihurðin tikin burtur, og veggur settur í í staðin. Ein minni hurð varð so sett i á øðrum stað. Men ilt var at finna hóskandi stað til hetta stóra listaverk. Tí vóru myndirnar goymdar í eini goymslu undir høllini, og tað má sigast, at drigið hevur út at fáa tær uppaftur at hanga.

Mín vón, øll tey árini eg starvaðist sum rektari á Læraraskúlanum, var, at Læraraskúlin fekk betri hølisumstøður, og at tær bøttu hølisumstøðurnar eisini komu listini og umhvørvinum á skúlunum báðum, Læraraskúlanum og Venjingarskúlanum, væl við.

Nú eru myndirnar so tiknar fram aftur, og vónin er, at møguligt verður at heingja tær uppaftur á væl hóskandi stað í skúlabygninginum á Frælsinum. Áðrenn myndirnar verða hongdar uppaftur eru ábøtur, sum eiga at verða gjørdar. Pappkarmurin, sum myndirnar eru settar í, er, sum papp var tá í tíðini, úr súrligum tilfari, og etur so líðandi upp pappírið, sum linoliumsskurðirnir eru prentaðar á. Tí má súrliga pappið takast burtur og sýrufrítt setast í staðin.

Hvat er hetta fyri myndir? Og hvør var Palle Nielsen?
Men hvat er hetta fyri myndir, sum vit nú gera so nógv burturúr?
Myndlistamaðurin er Palle Nielsen, og hann er av kendastu grafikarunum í okkara tíð. Hann varð borin í heim í Keypmannahavn í 1920 og vaks upp og búði í økinum innanfyri Havnegade. Hann gjørdist so dugnaligur listamaður, at ikki minst grannalondini tóku hann til sín, og nú á døgum er hann væl kendur í myndlistaumhvørvum um allan heim.

Palle Nielsen lærdi til reklamuteknara sum blaðungur seinast í 30-árunum, beint fyri annan heimsbardaga, og starvaðist sum reklamuteknari í nøkur ár. Men reklamulívið hóvaði honum ikki rættiliga, og tí setti hann seg í samband við Aksel Jørgensen, professara á Listaháskúlanum í Keypmannahavn, fyri, sum hann sjálvur sigst at hava orðað seg, at sleppa burtur úr “reklameuvæsenet”. Frá 1942 fekk hann eftir hetta einkarundirvísing hjá Aksel Jørgensen o.ø.,og var á Listaháskúlanum frá 1945 til 1947. Frá 1967 til 1973 sat hann í sama professarastóli, sum Aksel Jørgensen hevði sitið í, men í 1973 valdi Palle Nielsen at fara úr professarastarvinum so hann kundi halga egnari list alla sína tíð. Palle Nielsen doyði í 2000.

Vit vilja vanliga seta listafólk inn í ein kendan karm innan listasøguna. Festa eitt heiti á listafólkið, tí so halda vit, at vit vita, hvar ið vit hava við at gera. Eitt rímiliga opið heiti, sum Palle Nielsen sjálvur onkuntíð nýtti um ein fiktivan persón, sum meira ella minni var hann sjálvur, var “indignationspessimist”.

Í stuttum hevur hann einaferð lýst støðu sína soleiðis:

“Eg skal, soleiðis kenni eg tað ið hvussu er, siga frá tí sum eg síggi, og at tað, sum eg síggi, er, hvussu fullkomuliga vónleys okkara støða er, og at í sjálvari ásannanini av hesi støðu býr ein vón.”

Keldurnar til vreiði og dapurskygni vóru nógvar. Í sera trupla tíðarskeiðinum í hansara uppvøkstri, hevur hann serliga lagt dent á eina hending, sum hevði sera stóra ávirkan á hann. Tað var tá ið hann, 11 ára gamal var sjónarváttur til, at løgreglan fór sera harðliga fram móti vekafólki, sum mótmælti sínum trongu korum á Kongens Nytorv. Hendingin fór ongantíð frá honum aftur.

Stutt eftir seinna heimsbardaga var Palle Nielsen í Týsklandi og dvaldist eina tíð í Hamburg. Seinni var hann nógvar ferðir í stórbýunum í Europa, serliga í París, Rom og Firenze. Kríggj og ótrygg viðurskifti ávirkaðu hann. Sosiali ójavnin, kalda kríggið og vápnadubbingin, og ikki minst kjarnorkan og lúrandi eitranin, ósjónligu deyðsberarnir. Hvat fór alt hetta at gera við okkum og lívið á jørðini?

Griksku fornsøgurnar vóru eisini stórur hugkveikjari, og tær eru karmur um nógv at tí, sum Palle Nielsen gjørdi.

Palle Nielsen teknaði og etsaði, skar í við og linolium og prentaði. Kendasta verk hansara nú á døgum er júst Orfeus og Eurydike, 1. partur, sum vit eru so heppin at hava hangandi her júst nú, og sum vit hava møguleika at hava hangandi her í Føroyum á atkomuligum stað, til gleði og kveiking hjá øllum, sum hava hug at leita tað upp.

Søgan um myndarøðina
Søgan um hesa myndarøðina er í stuttum, at Palle eina náttina droymdi, at kona hansara, Else, sum eisini var myndlistafólk, doyði frá honum niðri í Kiel. Hann gjørdi tá, og árini eftir, hópin av myndum við rót í søgnini um Orfeus og Eurydike. Sjálvan brúdleypsdagin doyr Eurydike av einum slangubiti. Orfeus harmast so sára og brýtur markið, sum sett er fyri menniskju og fer aftaná Eurydike niður í deyðsríkið, og har niðri syngur hann av sínum trega so kensluborið fyri Pluto og Persefone, at tárini renna hjá teimum kensluleysu. Tað eydnast Orfeus at ávirka tað, sum annars er óbótaligt. Hann skal fáa Eurydike aftur, men, tann treytin verður løgd á, at Orfeus ikki má hyggja aftur um seg á leiðini. Ta treytina megnar Orfeus tó ikki at halda, og tí hvørvur Eurydike aftur niður í ríki teirra deyðu.

Burtur úr hópinum av myndum við Orfeus og Eurydika í huga, valdi Palle Nielsen 53 linoliumsprent til eina myndarøð við sama navni, sum hann sjálvur prentaði. Eisini kom ein bók út við myndunum. Hetta var í 1959.

Gáva frá Statens Kunstfond
Tá ið nýbygningurin á Frælsinum var liðugur fingu Ríkisumboðið og rektarin á Læraraskúlanum, sum tá var Martin Holm, eitt tilboð um at fáa eitt eintak av myndarøðini at heingja upp á skúlanum.

Einasta skrivliga, sum eg havi funnið, er eitt bræv, dagfest 16. september 1969 frá Statens Kunstfond, har hetta verður nevnt. Møguliga er annað brævaskifti til, sum eg ikki havi funnið.

Ein myndarøð hjá Palle Nielsen á einum lærara- og venjingarskúla er ein góð pedagogisk áminning.

Tey sum hava upplivað Palle Nielsen sum lærara festa seg serliga við hansara stóru evni at síggja møguleikarnar í tí einstaka, møguleikar, sum enn ikki hava fingið skap. Hann átti ta gleði, sum ikki øllum er unt – gleðina sum stendst av at fáa onnur at vaksa. Og hjá Palle Nielsen var eingin ivi. Listaháskúlin var til fyri næmingin, ikki øvugt.

Tað verður sagt um Palle Nielsen, at hann dugdi at fáa sínar næmingar at kenna seg sum týdningarmestu menniskju á fold. Og samstundis var hann bæði eirindaleysur og sannur í síni leiðbeining og sínum viðmerkingum. Hann dugdi at hava ta frástøðu til sínar næmingar sum gjørdi, at hann eisini kundi koma teimum sera nær.

Hann gjørdi teimum stóran mun. Men ikki øllum tann sama.

Ein av hansara næmingum sigur:

“Eg veit, at hvør einstakur av hansara næmingum kann siga sína søgu.”

Ein annar sigur:

“Tað, sum eg upplivdi, at Palle Nielsen gjørdi við sínar næmingar, var at hann varliga sum árini liðu, við síni nærveru og bindindum, lirkaði eitt tok, sum lá á liðini, upp at standa á skinnarunum og gav tí eitt lítið skump, so tað kundi halda fram leiðina við egnari megi.”

Ætlanin var, at vit í dag skuldu síggja síðsta filmin, sum gjørdur er um listamannin Palle Nielsen. Tað er danski filmskaparin Jytte Rex, sum hevur gjørt filmin í 2002, men tíverri er hann ikki komin til tíðina. Vóni at vit kunnu sýna hann ein annan dag.

At enda skal eg takka tykkum báðum á Steinprent, Jan og Fríðu, fyri stóra áhugan og fyri tað orku, ið tit hava lagt í at fáa myndarøðina upp at hanga, og takk fyri, tit á Læraraskúlanum, at tit hava latið okkum fáa hetta høvið at síggja myndirnar – og at síggja tær aftur hjá okkum, sum minnast tær í gongini á Læraraskúlanum fyri mongum árum síðani.

Eg veit, at nógv av teimum børnum, sum gingu á Venjingarskúlanum meðan myndirnar hingu uppi, minnast tær sera væl og siga, at tær gjørdu teimum stóran mun. So seint sum í morgun tosaði eg við ein “gamlan” næming, sum segði mær, at tey ofta stóðu frammanfyri hesum myndum og tosaðu um tað, sum tey sóu. Nógv av okkara myndlistafólkum hava gingið á Venjingarskúlanum, og fleiri teirra hava eisini sagt mær og øðrum, at júst hesar myndirnar hava havt stóran týdning fyri tey.

Framsýningin verður ummæld á listablogginum í morgin.