Tuesday, April 19, 2011

Tíðindaskriv: Tríggir føroyskir kvinnuligur debutantar útkoma í senn


Ofta hoyra vit at yngra ættarliðið av føroyskum høvundum ikki eru komin fyri seg. Serliga ofta hoyra vit eftirlýsingar av yngri kvinnuligum rithøvundum í Føroyum. Tað er tí ein fragd at kunna kunngera, at vit hava útgivið ikki minni enn tríggjar yngri føroyskar kvinnuligar debutantar í senn. Tvey yrkingasøvn og eitt prosaverk. Vit hava allantíðina viljað at Forlagið Eksil kom at útgeva yngri debutantar og yngri høvundar og vit vilja á tann hátt nøra um yngra ættarliðið innan føroyskar bókmentir. Meiningin er at allar hesar bøkur skulu kom út í eini røð, sum hevur serligt eykennið. Vit vóna at hesar útgávur koma at vera ein minnilig hending innan føroyska bókmentaheimin. At útgeva ikki minni enn tríggjar yngri kvinnur samstundis er helst ongantíð hent fyrr í Føroyum.



Sissal Kampmann f. 1974
Ravnar á ljóðleysum flogi – yrkingar úr uppgongdini.
64 síður * 140 kr * Kápumynd Ludvík Breckmann * Uppseting Janus Kampmann
Sissal er cand.mag í norðurlenskum og Modernaðari Mentan (Moderne Kultur og Kulturformidling) frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn. Hon hevur í nógv ár fingist við at yrkja og skriva. Hon hevur verið væl fagnað við sínum yrkingum í Vencil, har hon hevur verið við fleiri ferðir. Hon hevur m.a. lisið upp yrkingar til tiltøk, so sum í Sirkus í Havn.



Vónbjørt Vang f. 1974 
MILLUMLENDINGAR -Nýtt yrkingasavn eftir kvinnuligan debutant
48 síður * 140 kr * Kápumynd og uppseting Lena Nicolajsen
Vónbjørt Vang hevur gjørt vart við seg sum fotografur og yrkjari. Hon hevur eisini verið virkin innan føroyska mentan í nógv ár, m.a. við ábyrgd fyri tiltøk á G! Seinni sum ummælari og bókmentaskribentur á m.a. Dimmu, Fregnir og nú á Kvinnu. Hon er upprunaliga útbúgvin bókavørður og var í fimm ár bókavørður í Føroyum. Nú lesur hon Moderne Kultur og Kulturformidling á Københavns Universitet, har hon m.a. hevur gjørt projektir fyri Statens Museum For Kunst. Frá 2007-2009 hevur hon lokið BA innan bókmentafrøði á Københavns Universitet eisini. Í 2009 hevði hon eina fotoframsýning kallað Memory Scapes í Føroyahúsinu. Vónbjørt hevur verið til Debutantseminarið á Svenska Rithøvundaskúlanum í Biskops Arnø í 2007. Seinastu árini hevur hon verið ein partur av bókmentaliga umhvørvinum í Keypmannahavn. Sum yrkjari og týðari er tekstir eftir hana á prenti í Vencil og í Outsider Magazin.


 
Daniella Andreassen f. 1976 
Dilemma - 52 síður * 140 kr * kápumynd Daniella, uppseting Lena Nicolajsen
Daniella er við at vera eitt sindur kend fyri at hava lagt ógvusligar, ósensureraðar og ørðvisi søgur á sín blogg. Soleiðis at hon á ein hátt ein av Føroya fyrstu føroysku blogghøvundum. Hon hevur eisini lisið upp ymisk støð, m.a. í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Daniella hevur annars royndir sum blaðfólk í Føroyum. Hon hevur lisið eitt skifti á Føroyamálsdeildini, men býr í Århus fyri tíðina. Bókin Dilemma er hugtakandi og ein óvanliga sterk bók um eina unga kvinnu sum eigur børn og mann, men er í kreppu. Hendan bókin er erlig og óføroysk á tann hátt at høvundin torir at taka upp evnir sum vanliga ikki eru at lesa á skrift í Føroyum, so sum erligar lýsingar av kynslívi og hvussu torført tað er at vera mamma. Høvundin er útiseti og tað er røddin eisini í bókini og hetta sæst aftur í bókini málsliga, tí hon er við vilja skrivað á einum blandingsmáli, sum kann fáa nakkahárini at reisa seg hjá føroysktlærarum og málfólkum. Dilemma er ein óvanliga djørv, frek og húðleyst erlig bók um modernaðar kvinnulagnur í okkara tíð. Prosaskaldskapur meiri í ætt við Victoriu Wild, Silviu Henriksdóttir enn Heðin Brú og Chr. Matras.