Friday, April 29, 2011

Kjak-kvøld: Saltsiloin – øðrvísi ella ørvitis ætlan


”Saltsiloin – øðrvísi ella ørvitis ætlan”, er evnið, sum kjakast verður um hóskvøldið 5. Mai.

Saltsiloin á Drelnesi hevur elvt til mikið kjak bæði í tí almenna rúminum og eisini millum manna. Evnið er spennandi og viðkomandi í hesum døgum, og luttakararnir hava allir sína hugsan um evnið. Teir, ið luttaka eru, Ólavur Rasmussen, Mikkjal Helmsdal og Sjúrður Skaale. Orðstýrari verður Sonne Smith.

Luttakararnir leggja síni sjónarmið fram, og so verður frítt at seta spurningar.

Kjak-kvøldið verður í hølunum hjá Filadelfia á Landavegi 22, og byrjar klokkan 20.00.

Event Stovan
v/ Ólavur í Geil Guttesen