Wednesday, April 13, 2011

Miðvikukvøldslestur í Sirkus við Heðini M. Klein



Í kvøld fært tú, góði lesari, eitt einstakt høvi at hoyra Heðin M. Klein at lesa upp í Sirkus. Heðin er fyrst og fremst kendur sum yrkjari og hóast rithövundaverk hansara upp á seg er lítið í vavi, rúgvar tað so mikið meiri upp í vídd og málsligari fynd. Hjá Heðini er dygd ikki eitt tómt orð. Hann var millum tey ungu skaldini sum brutu upp úr nýggjum um tað mundið tá ið tveir amerikanskir skankar í fjaðurhami frá NASA lupu síni fyrstu skarvalop á mánanum eina julinátt í 1969. Ella öðrvísi sagt Heðin var ein av teimum ið avvitandi ella óavvitandi lögdu nýggjar æðrar inn í bundna skaldskap okkara, endurnýggjaðu hann, gjørdu hann liðmjúkari og viðkomandi fyri eina broytiliga tíð við broytiligum hugburði til alt frá fjöruni við Gjógv til vápnagangin í Vietnam og politiska og mentunarliga umrivið í vesturheiminum sum heild.

Umframt at yrkja sjálvur hevur Heðin eisini fingist við at týða og enduryrkja, m.a. norska stórskaldið Olav H. Hauge. Eins og fleiri av undangongumonnum hansara, eitt nú Karsten Hoydal, hevur Heðin eisini gjørt vart við seg sum ummælari og hevur sjáldsama góðan ans fyri tí sum rørist í føroyskum bókmentum.

So nú ræður um ikki at forsøma seg og lata veður og vind aftra seg, men skræða seg oman í Sirkus í Vágsbotni. Tiltakið byrjar sum vanligt klokkan 20.

Rithøvundafelagið