Friday, April 1, 2011

Nýggj risastandmynd


Seinastu tíðina hevur Tórshavnar Kommuna gjørt nógv burturúr at breiða út listina í almenna rúminum sum partur av einum størri trivnaðarátaki. Sostatt hava vit hetta seinasta árið fingið tvinnar nýggjar standmyndir í høvuðstaðnum og í dag klokkan 15.30 verður tann triðja standmyndin í røðini avdúkað.

Í tíðindaskrivi skrivar Tórshavnar Kommuna, at standmyndin, ið skal standa á vaglinum har sum Rasmus Effersøe hjá Onnu Mariu Carl-Nielsen áður stóð, er ein gáva frá býnum til Føroya Løgting. Standmyndin er tann størsta av sínum slag, ikki bert her á landi, men í øllum heiminum. "Listin sigur okkum hvørji vit eru, hon er okkara samleiki," stendur skrivað í tíðindaskrivinum "men okkara samleiki broytist alla tíðina og harvið má eisini listin broytast og fylgja við tíðini. Tað er til stóra fragd fyri Tórshavnar Kommunu á henda hátt at vera við til at fremja landins modernaða samleika við stórslignu standmyndini hjá kenda eysturríkska listamanninum Friedrich Narr."

Sum siður er, er inntil avdúkingina dult hvussu standmyndin sær út. Men vit hava funnið nøkur verk hjá sama listamanni, sum kanska geva eina hóming av hvussu hon fer at síggja út. Við sínum fýra metrum er eingin ivi um, at nýggja standmyndin fer at geva eina heilt nýggja mynd av Havnini, eins og býarrúmið við hesi standmynd verður tulkað á ein øðrvísi og meira modernaðan hátt.

Hátíðarløtan í dag, 1. apríl verður væntandi nakað serligt, tá Heðin Mortensen á symbolskan hátt handar løgmanni, Kaj Leo Johannesen nýggja listaverkið og nýggja samleikan.

Sum ein liður í ætlanum um størri gjøgnumskygni og fólkaræði, fer standmyndin av Rasmusi Effersøe rundferð í Tórshavnar Kommunu. Rundferðin byrjar í Nólsoy. Havnar Hornorkestur verður við í skrúðgonguni, tá standmyndin verður flutt oman á Ternuna klokkan 16.20.




(IS)