Tuesday, April 26, 2011

Tað er fullgjørt!


Við eymk og fnis og eini sorgblíðari ásannan av, at eg kanska í roynd og veru eri tann átrokandi bjarnabanditturin, sum eg altíð føli meg sum, tá eg kagi innar í Listasavnið, havi eg biðið onkran annan um at ummæla framsýningina hjá Edwardi Fuglø. Og meðan eg vóni, at gestaummælarin svarar játtandi uppá fyrispurningin, seti eg fyribils nakrar myndir inn her og má annars siga meg vera merkiliga samda við landsstýriskvinnuna í mentamálum, sum í fjákutu (forblommaðu) røðu síni um listamannin helt tað vera fullborið. Fríggjadagin verður reseptión fyri farandi og komandi stjóra Listasavnsins og so mugu vit ikki hopa, at nakar óskikkiligur bjarnabandittur verður avtikin av einum sjóngá fremjandi herverk, meðan hon við sprittusj býttisliga viðmerkir "...they might not be art" niðarlaga á skeltið har sum skrivað stendur "Don´t touch the artwork". Góðskan á fotomyndunum er ikki tann besta, men á portalinum liggur myndarøð við betri myndum umframt ummæli eftir jublandi bygdamann listamansins
http://www.portal.fo/?lg=81720
(KP)



Edward Fuglø í Listaskálanum - Røða hjá landsstýriskvinnuni 25. apríl 2011 (av http://www.mmr.fo/)

Røða, sum Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, helt, tá ið framsýningin Merry-Go-Round læt upp 25. apríl 2011, kl. 16.00.

ALT BYRJAR VIÐ EGGINUM
Háttvirda samkoma, verið vælkomin í Listaskálan í dag, 2. páskadag. Suðuri í Vági búði einaferð ein kona, sum kallaðist Eggjakonan. Navnið hevði hon fingið, tí hon hevði so nógvar hønur, sum vurpu so nógv egg, at hon kundi selja til teirra, sum vildu keypa. Hóskandi kundi verið – og haraftrat á einum degi sum hesum, har eggini verða rullað - at sett eitt líknandi navn á dagsins framsýnara í Listaskálanum: Eggjamaðurin - tí honum dámar so væl at mála egg. - Eggið inniheldur fjaldar menningarmøguleikar.... Eggið hevur eina greiða funktión, eitt hylki til búning. Øll djóralív og mannalív byrja við einum gitnum eggi.
Soleiðis skrivar Eva Furseth einastaðni í nýggju, spennandi bókini um listamannin Edward Fuglø.
Alt byrjar við egginum. Eisini henda røðan. - Tað er júst hetta, sum eg eisini haldi vera so spennandi við einum listamanni sum Edward Fuglø. Hann byrjar í veruleikanum við byrjanini:
- fyrst eggið, síðani fuglurin og at enda menniskjað.
Vit kenna væl teir klassisku spurningarnar: Hvat kom fyrst – eggið ella hønan, ella “verður hetta egg ella ungi?” Tað kunnu vit so filosofera yvir fram til næstu páskir. Eg ivist í, um vit eru komin til eitt øðrvísi svar tá.
Vælklæddu fuglarnir hjá listamanninum velja allatíðina sjálvir at átaka sær nýggjar leiklutir. Í bókini verður listamaðurin endurgivin fyri at siga um fuglarnar:
“Vit eiga eisini nøkur snild vinnulívsfólk, sum duga eins væl og onnur vinnulívsfólk í verðini at føra seg fram í miðlunum. Tey eru kosmopolitisk, uniformerað, við tilgjørdum snildleika, ið grensar til tað komiska. Alt skal vera so globalt. Eg havi í myndarøðini roynt at seta andsagnirnar upp ímóti vinnulívsfólkunum, nevniliga brimið og fjallið, tí teir, ið ferðast mest, og teir sum kortini trívast serliga væl í Føroyum, eru nettupp fuglarnir.”
Tað er kanska ikki so ofta nú á døgum, at listamenn í verkum teirra síggjast aftur sum samfelagskritikkarar. Henda vinkulin brúkar Edward av og á, viðhvørt ofta. Men samfelagsrevsingin er ikki sjálvsrættvís ella hoverandi. Í verkunum kanst tú síggja hetta fløvandi sjálvspeiið, sum er so eyðkennandi fyri stóran part av list hansara.
Og tú kanst siga, at hann dregur okkum eftir øllum listapallinum, sum ár eftir ár má sigast at gerast alt meira fløkjasligur. - Tá ið tú hyggur at listaverkunum hjá Edward Fuglø, hevur tú mangan varhugan av, at tað ofta er eitt spæl millum mótsetningar, tað býr ein tvíleikur í verkunum, samanrenningar millum:
náttúru og menniskja,
fugl og fisk,
egg og unga,
skemt og alvor,
brimið og fjallið,
villeiðandi og vegleiðandi,
ferðafólk og fuglafólk,
ja fuglar og Fuglø.

Onkur vil kanska halda, at graffittilíknandi stílurin, tað plakatlíknandi einfeldnið, pop-art stílurin hjá Fuglø er ein stílur, sum setur greiðar og einfaldar boðskapir fram. Men so er ikki. Tað er nógv meira enn so í hvørjari mynd, í hvørjum listaverki. Edward Fuglø fortelur søgur - eitt ótal av søgum í sínum myndum. Søgurnar skriva seg beint inn í okkara veruleika, í okkara konfliktir, í okkara hugmóð og í okkara eksistentiellu aðalspurningar, og vit fáa eitt nevs við hvørt frá listamanninum. Men søgurnar skriva seg samstundis inn í aldargamlar søgur um teir stóru tilveruspurningarnar, uttan tó at virka sum kopierandi endurtøkur. Vit fáa nýggjar søgur burturúr, nýggjar samanhangir, nýggjan súmbolikk og nýggjar allegoriir. Men eingi einføld svar.
Og tí er tað so spennandi at fara á ferð inn í mynda- og søguheimin hjá tær Edward, tí tú hevur so nógv upp á hjarta. Skuldi eg farið hesa ferðina í hesi røðu, ja so endaði hon ongantíð.


Og tú fylgir dreyminum at liva sum listamaður burturav – hóast tað er mest sum ómøguligt. Líka so ómøguligt, sum at tað burturúr einum klaktum eggi kemur ein trøllvaksin maður.
Sum bókaprýðari hevur Edward Fuglø eisini gjørt vart við seg. Hann hevur á meistarligan hátt megnað, at givið innihaldinum í bókunum flog, og tað er líkamikið, um tað so hevur snúð seg um Villini súgdjór í Útnorðri (1999), um Veingjaða myrkrið (2000), um Vinmenn (2001) ella bara um Bókstavir (1995)
Og tað var ikki av tilvild, at listamaðurin bæði í 1995 og í 2001 varð heiðraður fyri arbeiði sítt at myndprýða bøkur. Um hesa listagrein at myndprýða – at illustrera - sigur Edward sjálvur “ at hann ynskir at gera styrkina í føroyskum tekstum sjónliga”. Eitt endamál, sum eg haldi hava ómetaliga stóran týdning.
Eg minnist øll árini vit starvaðust saman á Skúlabókagrunninum. Edward og hundurin. Í niðurlagdari vakurleikasalon í kjallarahæddini húsaðust teir báðir, meðan Edward teknaði og myndprýddi hópin av bókum. Hetta var kanska “plikt-arbeiði”, tí tú skuldi jú eisini liva. Men sum tann listamaður Edward er, so gekk hann ikki upp á kompromis – heldur ikki tá hann skuldi myndprýða eina roknibók. Stóra tøkk fyri tað Edward.
Hóast sín unga aldur hevur Edward Fuglø longu sett síni sjónligu spor í almenna rúminum. Hann hevur myndprýtt skúlar, leikpallar, sjúkrahús og ikki um at tala bøkur.
Í tí stóra, avlanga og sera áhugaverda málninginum “Nornurnar”, sum hann málaði til Landssjúkrahúsið í 2006, sæst eitt gott dømi um, hvussu listamaðurin heintar íblástur serliga úr føroyskum og norðurlendskum bókmentum. Og tað stóra listaverkið á skúlanum við Løgmannabreyt ikki at gloyma, fer óivað at kveikja forvitni og áhuga hjá mongum skúlabarni.

Góði Edward! Eg fari at ynskja tær til lukku við hesari framsýning og takka tær fyri títt íkast til føroyska myndlist yvirhøvur, fyri tað tú hevur gjørt fyri føroyska leiklist, og fyri tað tú hevur gjørt fyri at fáa nýggjari føroyskar bókmentir at líkjast bókmentum í øðrum londum. Eg ynski tær blíðan byr framyvir. Tí søgan endar ikki her. Í bókini um teg, sum verður givin út í dag, endar høvundurin við hesum orðum:

“Vit lata træðrirnar hanga fríar og steðga á við at hyggja at nýggjastu verkunum, ið sipa til tær ólíku leiðirnar, hann møguliga fer at granska víðari. Áhugavert verður at fylgja við, hvussu honum fer at gangast, og hvørja leið tað ber”. Hvønn veg karusellin fer at mala.

Men – og nú tosi eg egna vegna - tað verður ikki ein spurningur, um tað verður egg ella ungi: Tað er longu fullborið!
Takk fyri.