Videolist hevur fingið sítt heitið frá betamax og vhs videobandinum, sum var brúkt áðrenn teldutøkni gjørdist algongt. Videolistin er ikki løtt at definera, tí hon fevnir rættiliga breitt og kann vera t.d. filmað myndlist ella filmað performance og stuttfilmir við og uttan hendingagongd. Góðskustøðið innan hesi listasløg er sjálvsagt eins ymiskt og tað er innan málningar, grafikk og alt annað. Best eru verkini, ið tøkniliga hvíla í sær sjálvum eins og tey ikki kundu verið úttrykt á annan hátt enn júst við teirra miðli. Eg hevði unt okkum føroyingum nakrar ordiliga góðar konsept/installatións/videolistaframsýningar t.d. við verkum sum hesum báðum videolistaverkunum, sum bæði eru lutfalsliga einføld.
Dagsins videolistaverk hevur amerikanski listamaðurin, Bill Viola gjørt. Hann er føddur í 1951 og er millum kendastu samtíðarlistafólkini, ið fáast við videolist. Hann hevur arbeitt við videolist og installatiónum í fjøruti ár. Nógv av hansara verkum innihalda ella relatera til vatn, sum hann hevði eina serstaka uppliving av á ungum árum, tá hann var við foreldrum sínum og helt feriu, har hann mundi drukna. Hesa uppliving hevur hann lýst sum ómetaliga vakra. Undir vatninum upplivdi hann ein friðfullan heim, ið var fullkomiliga uttan angist. Evnisliga snúgva fleiri av verkum hansara seg um grundleggjandi tilveruligar treytir sum føðing og deyða og nógvastaðni hómast íblástur frá renesansulist og barokklist.