Tuesday, April 12, 2011

Við áliti á Útsýni...


Á middegi í dag verður spenningurin endiliga útloystur. Tá vita vit hvør vann bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins. Tað er annars synd at siga, at Føroyar hava ligið ovarlaga í gitingunum hjá norðurlendskum miðlum um hvat land fer at vinna heiðurin. Tey allarflestu hava gitt, at tann dupultnomineraða bókin En dåre fri hjá Beate Grimsrud fer at vinna, men hon er eisini innstillað fyri bæði Noreg og Svøríki. Her eru nógv góð boð millum tey innstillaðu, men Listin trýr framhaldandi uppá Útsýni og Tórodd Poulsen. Er bókin ein underdog, so er tað meir enn so hent áður, at ein underdog fór við heiðrinum. Tað var harumframt eisini ein kvinna, Sofi Oksanen, ið vann í fjør og so eru tað nøkur ár síðan, eitt yrkingarsavn vann og serstakliga nógv ár síðani vit vunnu. Ein fjórðingsøld. - Síðst men ikki minst er Útsýni kjokkað í framúrskarandi yrkingum sum t.d. Vatnlitir á síðu 26 í Útsýni. Vit fylgja við í spennandi gongdini í dag, so fylgið við á listblogginum!

Vatnlitir

áin
ein flætta
av køldum vatni
fløkist
í onkrum steini
og rívur seg leysa aftur
og loysnar
har niðri
ein javnaldri
druknaði
tá vit vóru
smáir



(KP)