Í 1999 doyði Stanley Kubrick, ið var kendur fyri sína estetisku perfektionismu og sítt tekniska yvirlegni. Kubrick skapaði m.a. ”2001: A Space Odyssey”, ið er ein ófatilig demonstratión av møguleikunum hjá filmslistini og av listarligum fleirtýdni. Í 1999 fekk Günther Grass nobelheiðurslønina í bókmentum og her heima varð Victor Danielsen útnevndur sum aldarinnar høvundur. Allíkavæl veit eg ikki tað stóra um Victor Danielsen, havi bara lisið eina bók hjá honum, ið hevur heitið ”Aðru ferð”. Hon hevur ivaleyst stóran týdning fyri nógv fólk, men neyvan hevur hon nakran bókmentaliga týdning. Eitt brot úr bókini ljóðar: ”Kona Jens stunaði tungliga. ”Á Jens, Jens! Eg visti alla tíðina, at tú hevði rætt. Á Gud, vit fara øll fortapt, vit eru øll fordømd! Náðitíðin er úti, tá ið Guds børn eru farin heim, so plagdi tú at siga, Jens! Tað er úti við okkum øllum!” Hon skar í eitt níst, so sárligt, sum lívið hevði gingið úr henni, og datt vitleys á sandin.”
Í 1999 skapaði Katrin Ottarsdóttir sín ”Bye Bye Bluebird”, sum er ein føroyskur roadmovie, ið varð sendur í donskum sjónvarpi nú eitt kvøldið. Hetta var fyrstu ferð eg sá filmin og tað gjørdi eg við stórari fragd. Ikki av tí, at ”Bye Bye Bluebird” er perfektur ella tekniskt yvirlegin, heldur ikki er hann merktur av bókmentarligari dygd og megi og als ikki tí hetta var ein ferð til framtíðina - tvørturímóti kom tað óvart á meg, at veruleikin og filmurin og hetta landið tóktist so óendaliga langt burturi í eini fjarari fortíð. Allíkavæl helt eg, at filmurin greidliga demonstreraði møguleikarnir í filmslistini og listarligt fleirtýdni.
Filmurin er merktur av einum herliga rørandi og skemtiligum absurditeti bæði í orð, mynd og ljóði. Einum merkiligum broyskni í spælinum. Har eru áhugaverdar forskjótingar í realismuni, smáir støkkir í frásøgnini og brádlig, heilt fantastisk og ómotiverað útbrot. Filmurin er á tremur við løgnum mótsetningum, bæði karikeraðum og ovurhonds týðiligum mótsetningum og meira subtilum mótsetningum. Filmurin er hugtakandi við mongum fasettum samstundis sum hann er einfaldur. Filmurin er ríkur og samstundis góðvarin og frásøgnin er óvanliga beinleiðis á ein hátt, sum eg ikki veit meg hava upplivað í nøkrum øðrum filmi. Filmurin tykist húðleysur samstundis sum hann hevur bæði eina dýpd og ein sjarmerandi frískleika, ið talar beint til hjartað. Men hetta sakloysið minnir meira um eina fjara fortíð enn um 1999. Tí heimurin hevði í grundini mist sítt sakloysi í 1999. Hetta var jú árið, tá heimsfólkatalið rakk ta 6. milliardina og hetta var árið, tá tveir tannáringar úr Colombia drupu 12 skúlanæmingar, ein lærara og seg sjálvar í syrgiligu hendingini, sum verður nevnd Colombine High School massacre. Hetta var árið, tá Stanley Kubrick doyði. Stanley Kubrick, sum kallaði sakloysið fyri 20.øld, át frukt av tí, at heimurin sambært honum hevði mist sítt sakloysi, ið av hesi orsøk heldur ikki longur var at finna í listini. Her heima var 1999 árið, tá Victor Danielsen varð útnevndur sum aldarinnar rithøvundur og hetta var árið, tá tann fyrsti stóri føroyski spælifilmurin kom.
Persónliga fekk eg einki burtur úr at lesa ”Aðru Ferð”. Tað fekk eg burtur úr at síggja ”Bye Bye Bluebird”, og eg haldi, at filmurin fær nakað listarligt burtur úr sínum sakloysi, sum bókin ikki megnar at gagnnýta. Men eg eri hugtikin av hesum báðum hendingunum í føroyska mentanarlívinum í 1999, tí báðar umboða tær nakað, sum eg helt vera longri burtur enn 1999 og sum fyri meg at síggja var horvið, tá eg fimm ár seinni fyrstu ferð vitjaði hetta ófatiliga landið.
(IS)