”I Danmark er jeg født, dér har jeg hjemme, der har jeg rod, derfra min verden går” mælti skaldið. Ja, í øllum førum hyggi eg nógv at donskum sjónvarpi, eg veit ikki um tað er heilt tað sama.
Rótloysi og vantandi tjóðskaparkensla skal tó ikki verða umberingin hjá undirritað kolonifrúgv, hvørki fyri vanligari imperialismu ella mentanarimperialismu. Eg kundi jú bara sløkt. Tað er so ikki tí, at tað ið hendir í Danmarks Radio er meira áhugavert enn tað, sum hendir rundan um meg. Eg kundi í grundini ikki verið meira líkaglað við kjak um museumsbyggjarí í donsku provinsini, listavalið hjá donskum borgmeistarum til almenna rúmið, einsrættaðu donsku bókmentirnar ella teaterdeyðan í Danmark. Eg verði ei heldur inspirerað og ynski mær als ikki eitt líknandi kjak um føroyskar skaldsøgur, søvn ella sjónleikarhús. Allar góðar grundir til at sløkkja eru til staðar.
Í vikuskiftinum var eg í Danmark. Her las eg tvær skaldsøgur ”Dette Burde Skrives I Nutid” hjá Helle Helle og ”Den svære toer” hjá Lone Aburas. Harumframt las eg yrkingarsavnið hjá Søren Ulrik Thomsen; ”Rystet Spejl”, eg var í barnateatrinum og hugdi at ”Don Quijote” og vitjaði á Holstebro Kunstmuseum, sum nýliga er umbygt. Tey høvdu framsýningina ”Sjælens Spejl”, sum er ein av mongum framsýningum um ta serstøku norðurlendsku náttúrukensluna. Á veg heim úr Holstebro koyrdi eg framvið Viborg fyri at hyggja at teirra almennu listprýðingum og á vegnum heim hoyrdi eg eina útvarpssending við nøkrum høvundum, ið vóru innflytarar í 2.ættarliði. Ein teirra hevði fingið eitt vánaligt ummæli, men sum hon segði: "Eg havi gingið á rithøvundaskúlanum (Forfatterskolen), so eg havi líkasum prógvað mítt virði..". Tosið endaði við at snúgva seg um integratión og ta ævinligu og fyri meg at síggja fullkomiliga láturligu virðiskommissónina.
Kenslan av at vera eitt sindur ov væl fyrireikað ferðafólk lá allatíðuna og lúrdi. Um eg eri fødd í Danmark, búgvi eg ikki har og allíkavæl eri eg fullkomiliga uppdaterað við øllum, ið har hendir. Tað følist onkursvegna fátæksligt at vera so mikið væl við og eitt sindur pínligt, at eg sjálv havi luttikið í øllum hesum kjakum, tá tey hava verið leysliga umsett til føroysk viðurskifti.
Kanska skuldi man veruliga sløkt fyri donsku fjølmiðlunum, ikki bert fyri at sleppa undan at hoyra um ta góðu virðiskommisiónina, men eisini fyri at royna at hugsa nakrar nýggjar tankar haðani man er staddur. Kanska kann býráðið í Havn seta upp eina standmynd uttan at eg komi til at hugsa um Viborg, kanska kann droymast um eina saltsilo á Drelnesi uttan at eg hugsi um Randers, kanska kann Tjóðpallur Føroya víðkast uttan at eg hugsi um Holmen. Kanska kann Carl Jóhan Jensen skriva eina skaldsøgu uttan at eg hugsi um Rungsted.
Men hvar er tað, man sløkkir?
(IS)